Tíðindi

Nógv størri dentur skal leggjast á trivnaðin í fólkaskúlanum

- Eitt av hjartamálum mínum sum landsstýrismaður fyri skúlaøkið er, at skúlin verður tryggjaður sum eitt umhvørvi uttan happing, har børn og ung við gleði njóta at brúka part av síni tíð, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður við skúlamálum

14.10.2020

Í løgmansrøðuni á ólavsøku varð sagt, at børn skulu kenna seg trygg innan skúlans gátt, og tí skulu vit gera enn meiri fyri at basa happing í fólkaskúlanum og stremba eftir einari nullhugsjón á hesum økinum. 

- Eg eri vaksin upp í einum skúla, har tú skuldi vera sterkur fyri at yvirliva; tað hevur ávirkað meg nógv, og eg veit, hvat happing kann gera við eitt barn. Um trivnaðurin í fólkaskúlanum ikki er betri, tá ið eg fari frá, samanborið við, tá ið eg tók við, so eri eg ikki nøgdur, og tí vil eg gera nógv fyri, at tað skal eydnast. Trivnaðurin í skúlanum skal kannast oftari enn triðja hvørt ár; um tað skal vera tann stóra kanningin, sum vit gjørdu í fjør, ella smærri kanningar, sum verða gjørdar oftari, veit eg ikki í løtuni, tí tað verður kannað. Í øllum førum skulu vit oftari kanna og vita, hvønn veg tað gongur, sigur Jenis av Rana.

Landsstýrið hevur sett pengar av til fleiri átøk, sum skulu minka um happingina og økja um trivnaðin í fólkaskúlunum. Átøkini eru millum annað, at trivnaðarráðgevi verður settur fulla tíð í Námi, at trivnaðarkanningar skulu gerast á hvørjum ári, har skúlaleiðslurnar eisini kunnu fáa hjálp frá Setrinum ella ráðgevanum til at greina tølini, at anti-happingardagur verður á hvørjum ári, og skúlaleiðslur skulu hava møguleika at søkja um eyka tímar til at skipa miðvís átøk ella at gera kanningar fyri at basa happing.

- Tá ið talan er um royndar- og menningarvirksemi í fólkaskúlanum kunnu skúlar søkja um at fáa fígging fyri at fara undir serlig átøk, og so rokni eg við, at tað fer at gera stóran mun, at vit fáa ein trivnaðarráðgeva, sum fer at ganga á odda í arbeiðinum.

Eftir ætlan skal fólkaskúlaráðið eisini  gera  tilmæli  um, hvat kann gerast fyri at minka um happing. 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.