Tíðindi

Nógv børn vaksa frá ADHD

Í 10 ár hava granskarar kannað túsund 4-ára gomul børn í Tróndheimi, og summar niðurstøður koma óvart á granskararnar.

02.02.2018

Fyri 10 árum síðan vórðu túsund 4-ára gomul børn og familjur teirra í Tróndheimi í Noregi tilvildarliga vald út til eina kanning. Kanningin hevur verið soleiðis háttað, at børnini og foreldrini annaðhvørt ár hava verið partur í umfatandi kanningum, so sum samrøðum, eyðleiðingum, spurnabløðum, testum og øðrum.

Endamálið hevur verið at finna útav, hvussu sálarligir trupulleikar hjá børnum koma til sjóndar, og hvussu umfatandi teir eru.

Ongar einfaldar frágreiðingar

– Fáar kanningar av sálarligum trupulleikum hava líka nógv luttakandi á so ungum aldri sum henda kanningin, sigur Lars Wichstrøm. Hann er professari við Instituttið fyri sálarfrøði, NTNU og granskingarstjóri við NTNU, sum er Deildin fyri samfelagsgransking, uppvøksur og menning í Noregi.

Wichstrøm, sum hevur verið verkætlanarleiðari, vísir á, at tað er umráðandi at hava nógv ymisk viðurskifti í umhvørvinum hjá barninum við, tá ið tú skalt kanna, hvussu tað mennist og hvussu tað gongur tí sum heild.

– Vit kenna okkum vís í, at tað eru ongar einfaldar frágreiðingar at lýsa trupulleikarnar, sum nógv ung fáa, sigur hann.

Kanningin er serstøk í altjóða samanhangi av fleiri orsøkum, sigur Beate W. Hygen, sum fyri stuttum vardi doktararitgerð sína, sum tekur støði í kanningini.

– Fyri tað fyrsta fylgja granskararnir børnunum yvir langa tíð; fyri tað annað fáa granskararnir upplýsingar um nógv ymisk viðurskifti í lívinum hjá børnunum ella teimum ungu, bæði gjøgnum samrøður, eygleiðingar og spurnabløð. Fyri tað triðja eru barnið ella tann ungi sjálvur við, somuleiðis foreldur og barnagarður og skúli. Hetta ger, at kanningin verður djúptøkari. 

1. Likamligt virkni verjir ímóti tunglyndi

Yvirvekt og óvirkni eru vaksandi heilsutrupulleiki í vesturheiminum. Eitt av fýra amerikonskum børnum viga ov nógv, og evropeisk tøl vísa nærum tað sama. Í umrøddu verkætlan kemur fram, at foreldur mangan yvirmeta, hvussu virkin børn síni eru. Svar hjá børnum til spurningar um, hvussu virkin tey eru, samanborið við svar hjá foreldrum vísa, at foreldur halda, at børnini eru nógv virknari enn tey eru í veruleikanum.

2. Nøkur verða ikki sædd

Nógv børn, sum tørvar hjálp, fáa ikki hjálpina teimum tørvar. Børn við atferðartrupulleikum fáa hjálp, meðan tey, sum eru kedd og hava angist fáa onga hjálp. Starvsfólk í barnagørðum siga, at børnini eru minni kedd og óttafull samanborið við tað foreldrini siga, at tey eru, nakað sum bendir á, at tey ikki síggja ella duga at síggja eyðkenni fyri sálarligar avbjóðingar.

3. Foreldur ávirka matvanarnar hjá børnum

Hugburðurin hjá foreldrum til, hvat børn eta, hevur týdning fyri, hvørjar matvanar børnini fáa. Børn, sum verða uggað við at fáa mat, læra at eta uttan at vera svang. Tað økir vandar fyri at eta meiri enn kroppinum tørvar og kann tí elva til yvirvekt.

4. Ílegur nakað at siga fyri, hvussu viðkvom børnini eru

Børn, sum eru viðkom og taka ímóti øllum, súgva til sín meiri samanborið við onnur børn í umhvørvinum, upp á gott og ónt. At taka ímóti øllum kann elva til avbjóðingar, men tað kann eisini vera ein styrki. Hetta treytar tó, at tey hava vaksin fólk rundan um seg, sum vísa umsorgan og sum síggja, hvat teimum tørvar. Uttan stuðlandi umsorganarpersónar hava tey tað ikki eins gott sum minni móttakilig børn.

5. Svøvntrupulleikar økja vandan fyri sálarligum heilsutrupulleikum og angist

Men samanhangurin gongur eisini hinvegin: børn við sálarligum trupulleikum eru í øktum vanda fyri at fáa svøvntrupulleikar.

6. Summi børn í størri vanda fyri yvirvekt enn onnur

Frágreiðingin er matvanarnir. Í hvønn mun børnini eru likamliga virkin hevur ongan týdning fyri yvirvekt.

7. Børn sum eru útihýst í barnagørðum í størri vanda fyri at gerast aggressiv

Verða børn útihýst í barnagarðinum, eru tey í størri vanda fyri ikki at trívast í skúlanum. Vinaløg verjir ímóti ADHD-eyðkennum. Børn gerast órólig av ikki at passa inn.

8. Happing í barnagarðinum fer fram frá tí børnini eru heilt lítil

Tað hevur negativar avleiðingar við tíðini, bæði fyri tann, sum happar, og tann, sum verður happaður. Granskararnir sóu týðiligan samanhang hjá teimum 4-ára gomlu millum sálarligar trupulleikar og happing hjá gentunum, sum vóru happarar, altso ikki hjá teimum, sum vóru happað, sum annars hevði verið upplagt.

9. Nógv «vaksa» frá ADHD-eyðkennum

Hetta stríðir ímóti tí, sum granskarar fyrr hava hildið.

10. Skipað viðurskifti ávirka viðurskiftini hjá børnum við tey vaksnu í barnagarðinum

Støddin á bólkum av børnum og hvussu gerandisdagurin verður skipaður í barnagarðinum ávirkar evnini hjá børnum at knýta seg til vaksin í barnagarðinum. Hetta hevur eisini avleiðingar fyri, í hvussu stórum vanda barnið er at fáa atferðartrupulleikar og tvístøður við læraran, tá ið tey byrja í skúlanum.

Smáir bólkar og afturlatin deildarbygnaður í barnagarðinum eru besta støðið undir góðari byrjan í skúlalívinum.

Kelda: forskning.no 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.