Tíðindi

Næmingar lesa meiri, tá ið skúlabókasavnið fær eyka fígging

Í Noregi hava tey síðan 2018 havt eina skipan, har skúlabókasøvn kunnu søkja um at fáa eyka fígging at reka bókasøvnini. Nú staðfestir ein kanning, at henda skipanin hevur havt sera gagnliga ávirkan; hon hevur eitt nú tryggjað, at næmingar hava fingið betri atgongd til skúlabókasavnið, og at teir lesa meiri enn áður.

12.05.2022

Høvuðsniðurstøðurnar í nýggju kanningini eru, at eyka fíggingin er farin til at seta fleiri fólk á skúlabókasøvnunum. Hetta hevur havt við sær, at bókasøvnini kunnu hava longri opið, at starvsfólkini eru førleikament, og at netverkið sum heild er vorðið betri. Eitt týðandi úrslit av skipanini er, at skúlabókasavnið í størri mun verður brúkt sum námsfrøðiligt amboð og lærupallur í undirvísingini.

Nakrar av niðurstøðunum:

* Skúlabókavørðir og lærarar í skúlunum hava fingið ískoyti, soleiðis at tað hevur borið til at ment førleikarnar.
* Lesiátøk eru skipað við eitt nú rithøvundavitjanum og lesiløtum.
* Eykafíggingin hevur havt góða ávirkan á næmingarnar, tí at:

Teir kunnu koma oftari á bókasavnið.

Teir lesa meiri, og fleiri næmingar enn áður koma á bókasavnið.

Teir gerast kunnugir við ymiskar bókmentir, sum aftur kann elva til forvitni og størri innlit í, hvat eitt bókasavn hevur at bjóða.

Teir fáa størri ognarskap í bókasavninum og fáa betri innlit í, hvussu eitt bókasavn kann verða brúkt sum lærupallur, eitt nú við øktari næmingaávirkan og at næmingar gerast hjálparfólk á skúlabókasavninum.

Fíggjarligi stuðulin, sum skúlabókasøvn í Noregi hava fingið umframt, hevur havt sera góða ávirkan á arbeiðið á skúlabókasøvnunum og skúlunum at eggja næmingum at lesa. Næmingar hava sum heild fingið nógv betri atgongd til skúlabókasavnið. Endamálsorðingin við eyka fíggjarliga stuðlinum er rættiliga breið; lagt er upp til, at stuðulin kann verða brúktur til eyka virksemi av alskyns slagi til ymsar málbólkar. Skúlarnir, sum hava fingið stuðul, hava rásarúm til sjálvir at gera av, hvat fyri verkætlanir og virksemi teir fara undir.

Fakta um eyka stuðulin

Pengarnir skulu brúkast til at bøta um arbeiðið á skúlabókasavninum at eggja næmingum at lesa. Harumframt skulu teir brúkast til at skapa ein pall fyri lesigleði fyri allar aldursbólkar. Skúlabókasavnið eigur at verða brúkt skipað, tá ið talan er um at røkka endamálinum við at eggja næmingum til at lesa.

Afturat tí skal stuðulin verða nýttur til, at skúlabókasavnið verður eitt integreraður og varandi partur av námsfrøðiliga arbeiðinum í skúlanum, sum bæði er nýhugsandi og lítur fram í tíð. Eisini førleikarnir hjá lærarunum at brúka skúlabókasavnið skulu mennast og somuleiðis samstarvið millum skúlabókasøvn og fólkabókasøvn.

Um frágreiðingina

Frágreiðingin er í høvuðsheitum ein eftirmeting av skipanini við stuðli til skúlabókasøvn. Skipanin byrjaði í 2018. 52 kommunur hava fingið stuðul í tíðarskeiðinum 2018 til 2019. Av hesum tóku 49 kommunur lut í eftirmetingini.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.