Tíðindi

Námsætlanirnar verða eftirmettar

Í vár fekk Nám uppgávuna at eftirmeta námsætlanirnar fyri fólkaskúlan; eftir ætlan verður eftirmetingin liðug ímóti sumri komandi ár

11.12.2019

Í 2011 komu nýggjar námsætlanir við førleikamálum, men síðan er so at siga einki hent á økinum. Nú Nám hevur fingið uppgávuna at eftirmeta námsætlanirnar, skal støða takast til, um námsætlanirnar skulu dagførast, ella um tær skulu gerast eftir einum øðrum leisti, eins og gjørt er í eitt nú í Danmark og Noregi.

- Vit fara fyrst at hyggja at sjálvum bygnaðinum í námsætlanunum, og síðan hyggja vit at innihaldinum. Innihaldið í námsætlanunum er bert í ávísum førum dagført, síðan tær komu í gildi í 2011. PISA-frágreiðingin frá 2015 vísir, at tørvur er á dagførdum námsætlanum, sigur Eyðun Gaard, stjóri á Námi.

Í Danmark og Noregi eru tey farin frá námsætlanum við greiðum førleikamálum; í staðin hava tey gjørt og samtykt nýggjar námsætlanir, har tey hava lagt dentin á evnini hjá næmingunum at brúka sína fakligu vitan. Hvørt vit í Føroyum fara sama veg, er ov tíðliga at siga enn.

- Eg tori ikki siga, um vit fara líka grundiga til verka, sum tey eru farin í Danmark og Noregi við púrasta at leggja á annan bógv og gera námsætlanirnar av nýggjum, tí tað kostar nógv og tekur drúgva tíð. Arbeiðið við námsætlanunum er ikki nevnt í samgonguskjalinum. Nám fær skjótt vitjan av dønum og norðmonnum, sum fara at greiða okkum frá, hvussu tey hava arbeitt við sínum nýggju námsætlanunum. Tá ið eftirmetingin hjá okkum er liðug, vita vit betur, hvørja leið vit eiga at fara, og tá gera vit eitt tilmæli til landsstýrismannin. Nám er eisini biðið at hyggja at leistinum fyri námsætlanunum fyri miðnám.

Ávegis eftirmeting er gjørd av námsætlanunum í lívfrøði; hon sigur greitt, at tørvur er á dagføring.

- Vit hava ikki fylgt við í sama mun, sum gjørt verður í skúlunum í londunum, vit plaga at samanbera okkum við. Har dagføra tey alla tíðina.

Nýggjur próvtalsstigi varð tikin í nýtslu samstundis, sum nýggjar námsætlanir komu; um hann eisini verður eftirmettur, er støða ikki tikin til.

Í grein í komandi Skúlablað sigur Eyðun Gaard, at átøk mugu gerast, um vit ikki skulu dragna afturúr samanborið við okkara grannalond, sum hesi seinnu árini hava gjørt eitt risa arbeiði fyri at framtíðartryggja skúlan og samfelagið við dagførdum námsætlanum. Tað stóra arbeiðið hesum viðvíkjandi liggur fyri framman.

- Dagførdar námsætlanir eru avgerandi bæði fyri undirvísing, tilfar og eftirmetingar, so vónandi fylgir samgongan hesum upp, hóast onki er nevnt um tað í samgonguskjalinum.

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.