Tíðindi

Nám gongur nýggjar leiðir

Tilboðini til lærarar verða víðkað. Hugsjónin er, at skeiðini í størri mun gerast partur av menningini og virkseminum á skúlunum kring landið

30.04.2019

- Tann ráðgeving, sum er bygd upp í Námi, skal frá komandi skúlaári implementerast við menningarátøkum og skeiðum úti á skúlunum, sigur Eyðun Gaard, stjóri í Námi.

Átøkini hjá Námi verða framd eftir einum fakligum leisti og eini greiðari tíðarætlan saman við teim skúlum og lærarum, sum eru áhugað.

Umframt at einstaki lærarin kemur á skeið í Námi, verður víðkað um skeiðstilboðini, soleiðis at talan í størri mun verður um lærutilgongdir, har námsráðgevingin í Námi arbeiðir saman við lærarum úti á skúlunum.

- Á ein hátt er henda ætlan við menningarátøkum eisini ein menningartilgongd í Námi, sigur Eyðun.

Skeiðskalendarin hjá Námi, so sum vit kenna hann frá undanfarnu árum, kemur 1. juni. Har verða tilboð um skeið til fólkaskúla og miðnám.

Harumframt verður tilmeldingarskjal til menningarátøk og ynski um skeið úti á skúlum tøkt 1. apríl 2019.

- Royndir frá gransking vísa, at úrtøkan av skeiðum og menningarátøkum er best, tá innihaldið tekur støði í virkseminum í einstaka skúlanum, umframt at hon kann nýtast í undirvísingarhøpi. Hetta sæst eisini aftur í eftirmetingum frá lærarum av m.a. læraradøgunum. Geva vit ætlanini kjølfesti í tí umhvørvi, har skipað læring fer fram, gevur tað góðar møguleikar fyri, at hildið verður fram at brúka royndirnar og vitanina, eftir at átakið er endað. Leiðslan hevur sjálvsagt ein týðandi leiklut í at fáa ætlaðu menningarátøkini framd í verki og at eggja lærarum at taka av hesum nýggju tilboðunum, sigur Emmy Sandberg Joensen, námsráðgevi í Námi.

Umframt at námsráðgevarnir eru tøkir mánadag og týsdag, fer Nám næsta skúlaár at skipa fyri átøkum úti í einstøku skúlunum hesar somu dagar. Námsráðgevingin skipar átøkini í samstarvi við áhugaðar skúlar og lærarar.

Menningarátøk

Menningarátøkini verða skipað við støði í undirvísingarvirkseminum á skúlanum og verða skúlaárið 2019/20 boðin út í hesum lærugreinum:

Handaverki og list (tilevning, smíð og handarbeiði), støddfrøði, náttúru og tøkni, føroyskum og enskum.

Átøkini verða skipað sum tilgongdir í 6 vikur.

Ætlanin við menningarátøkunum hjá Námi er, at tey fara fram í vanliga undirvísingarvirkseminum í skúlanum, samstundis sum tey geva møguleika fyri at leggja serligan dent á ávís undirvísingarevni og førleikamál. Tað er týdningarmikið, at evni, hugskot ella avbjóðing sum høvuðsregla skulu taka støði í skúlans egna tørvi ella ynski.

Les alla greinina í Skúlablað nr 2, 2019

Mynd: Birgir Kruse


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.