Tíðindi

Norðurlendska skúlaskipanin er góð

NLS, Nordiska Lærarorganisationsners Samråd, hevði summarskeið á Hotel Føroyum frá 25. til 29. juni. Á hesum skeiðum hittast fakfeløg úr øllum Norðurlondum at tosa um fakfelagsarbeiðið, tær avbjóðingar, ið liggja fyri framman, og um hvat hendir ymsastaðini í heiminum á undirvísingarøkinum. NLS er fakfelagssamstarv fyri allar fakbólkar, ið arbeiða við børnum frá vøggustovu til lokið miðnám. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

23.07.2018

Á skeiðinum hevði Haldis Holst eitt upplegg um skúla og skúlamenning sæð í altjóða samanhangi. Hon arbeiðir í EI, Education International, og hevur í hesum sambandi ferðast víða og sær nógvar ymiskar skúlaskipanir, og eisini nógvar ymiskar avbjóðingar.

Hon sigur, at vit kunnu vera stolt av okkara skúla og barnagarðsskipanum í Norðurlondum. Vit hava ein góðan skúla, sum byggir á fólkaræðið, og hetta passar væl til okkara mentan. Hóast tað, so heldur hon eisini, at tað er av stórum týdningi, at vit ikki síggja okkara skúlaskipan sum bestu loysn, um vit hyggja at globalu skúlaskipanini. Tí hóast hetta riggar væl í okkara mentan, kunnu aðrar mentanir hava tørv á heilt aðrari skúlaskipan fyri at fáa ein eins góðan skúla.

Tað hevur verið ómetaliga áhugavert at hoyra um avbjóðingarnar og tað megnar arbeiði, sum fer fram runt um í heiminum. Vit á okkara leiðum kunnu fegnast um og vera stolt av, at okkara arbeiði við menning av børnum er so væl skipað, og at tað riggar so væl, sum tað ger.

Haldis Holst var eisini inni á avbjóðingini í framtíðarskúlanum. Hóast vit ein stóran part av tíðini arbeiða fram ímóti málbærum úrslitum, so hevur framtíðarsamfelagið brúk fyri heilt øðrum dygdum hjá framtíðar- borgarum. Tað verður helst ikki bókliga vitanin, sum fer at telja í framtíðini, men heldur, hvussu væl vit megna at ferðast í umskiftum. Vit vita ikki, hvat framtíðin hevur at bjóða, men vit vita, at menningin á tøkniliga og samfelagsliga økinum er stór. Tí verður helst tørvur á framtíðar borgarum, ið megna at seta seg inn í nýggjar skipanir og nýggjar livihættir, heldur enn at halda í tí gamla søguliga.

Tað verður áhugavert at síggja, hvussu hendan nýggja skúlahugsanin fer at ávirka skúlaskipaninar, og í hvønn mun hetta fer at broyta okkara hugsan um skúlaskap og læring.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.