Tíðindi

Norrøna Felagið kunnar um nýggja undirvísingarpallin

Týsdagin í komandi viku – 28. november klokkan 13.30 – verður fundur fyri lærarum í skeiðshølunum í Námi í Havn um nýggja undirvísingarpallin Norden i skolen.

21.11.2023

Norrøna Felagið í Føroyum bjóðar saman við Námi og Føroya Lærarafelag til fundar. Thomas Henriksen frá Foreningerne Nordens Forbund fer á fundinum at greiða frá um nýggja undirvísingarpallin Norden i Skolen, sum er á øllum norðurlendskum málum.

Dania O. Tausen, sum eisini kann lesast, hoyrast og síggjast á stóra nýggja norðurlendska pallinum, fer at syngja.

Norden i Skolen er ein ókeypis frálærupallur, ið gevur norðurlendskum lærarum og næmingum í fólka- og miðnámsskúla serstakar møguleikar fyri at arbeiða við skandinaviskari málfatan og norðurlendskari mentanarfatan. Alt tilfarið tekur støði í tí norðurlendska og er ment fyri at stuðla málunum í øllum teimum norðurlendsku námsætlanunum.

Í 2011 vann Norden i Skolen virðisløn frá norðurlendsku samstarvsráðharrunum fyri at hava ment eitt útkast, ið styrkir fatanina av grannamálunum donskum, norskum og svenskum hjá børnum og ungum í øllum Norðurlondum. Verkætlanin er non-profit.

Allir lærarar eru hjartaliga vælkomnir til tiltakið, sum er ókeypis. Tó er neyðugt at tekna seg, tí einans 32 pláss eru tøk. Fundurin verður 28. november klokkan 13.30-15.30 í skeiðshølunum hjá Námi á Hoyvíksvegi 72 í Havn.

Meldið til fundin her:

https://norden.fo/tidindi/innbjodhing

https://norden.fo/limira/tilmelding

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.