Tíðindi/Greinar

9. januar 2019

Neyðarróp úr Mentamálaráðnum

Antin vit rokna í lærarastørvum ella í krónum og oyrum, so er, um lógarbroytingin stendur einsamøll, talan um eina ovurhonds sparing. Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar

Beint upp undir jól sendi Mentamálaráðið uppskot til broytingar í fólkaskúlalógini til hoyringar. Hetta kom ikki óvart á, tí um hálvan november legði Rigmor Dam, landstýriskvinna í mentamálum, fram frágreiðing um fólkaskúlan, og 26. november var aðalorðaskifti um fólkaskúlan í løgtinginum. Broytingaruppskotið snýr seg í stuttum um ásetingar um 10. flokk, samfelagsfrøði, kravda tímatalið í 1. – 9. flokki, skúlasamstarv millum kommunur, skúlasamalegging og at víðka ásetingarnar um royndar- og granskingarverkætlanir.

Meðan orðingarnar um 10. flokk, skúlasamstarv, skúlasamanlegging og royndar- og granskingarverkætlanir eru eitt sindur torførar at gjøgnumskoða, so er ásetingin um  kravda tímatalið í 1. – 9. flokki púra greið. Har stendur: “Kravda undirvísingartímatal næminganna í hvørjum flokki í 1. - 9. flokki verður frá 1. august í 2019 lækkað við tveimum tímum um vikuna.” Hetta má sigast at verða eitt rættiliga víðgongt inntriv, og slíkt inntriv rópar eftir góðum grundgevingum. Grundgevingarnar eru, at samanborið við undirvísingartímatalið í Norðurlondum, so er tímatalið hjá næmingunum í føroysku skúlaskipanini rættiliga høgt, og at tað eru fleiri skúlastjórar, sum vísa á, at hjá summum næmingum er hetta ein bági fyri hugin at læra, tí at skúladagarnir eru langir, og næmingarnir virka troyttir, serliga um tað verður ov nógv av tí sama. Hetta eru sjálvandi viðkomandi grundgevingar, men tær ov veikar til niðurstøðuna, sum er at kuta tveir tímar av øllum tímatalvum í fólkaskúlanum.

Skúlaárið 2007/08 var vikutímatalið í 1., 2. og 3. flokki hækkað munandi. Hetta tí at vit sambært Pisa-kanningini vóru eftirbátar í lesing. Seinni var vikutímatalið í alis- og evnafrøði í 7., 8. og 9. flokki hækkað við einum tíma um vikuna, m.a. tí at Pisa-kanningarnar vístu, at vit ikki rukku nøktandi úrslitum í náttúruvísindaligu lærugreinunum. Seinast er samfelagsfrøði vorðin lærugrein í 7., 8. og 9. flokki við tveimum tímum um vikuna. Vikutímatalið er høgt, men omanfyri nevndu hækkingar vóru gjørdar við meira og minni ítøkiligum grundgevingum.

Hinvegin eru grundgevingarnar fyri at lækka vikutímatalið lítið sannførandi. Men fyri at viga upp ímóti løttu grundgevingunum, so verður lovað, at tímarnir ikki verða tiknir úr fólkaskúlaskipanini, men verða nýttir til onnur undirvísingarlig endamál. Ella sum sagt verður í innganginum til frágreiðingina, sum var gjørd í sambandi við aðalorðaskiftið um fólkaskúlan, “so vit tilsamans fáa ein betri skúla fyri somu játtan”.

Tað eru tveir spurningar, sum stinga seg upp í hesum sambandi. Hvørja trygd hava næmingar, foreldur og lærarar fyri, at spardu tímarnir veruliga verða verandi í skipanini? Og er ein so trivalig sparing í sjálvum sær ikki kærkomin hjá Mentamálaráðnum?

Varliga mett, so er lækkingin fyri allan fólkaskúlan um 650 undirvísingartímar um vikuna ella 25.740 undirvísingartímar fyri skúlaárið. Antin vit rokna í lærarastørvum ella í krónum og oyrum, so er, um lógarbroytingin stendur einsamøll, talan um eina ovurhonds sparing.

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið verður nevnt, at leysgivnu tímarnir t.d. kunnu brúkast til tvílæraraskipan og førleikamenning hjá lærarum. Avgjørt góðir tankar, men talan er um fyrisitingarligar avgerðir, sum Mentamálaráðið kann seta í verk, um fígging er til tað. Og fíggingini hevur Mentamálaráðið ikki ræði á. Og ein kann spyrja, er tað rætt at skarva av móðurmálsundirvísingini hjá 1. flokki, fyri at lærarar kunnu førleikamenna seg? Eigur førleikamenning ikki at vera ein játtan fyri seg?

Partur av spardu tímunum kundu eisini verið brúktir til hægri fyrireikingartíð hjá lærarum í innskúlingini, at økja tímatalið hjá skúlabókavørðunum o.s.fr., men her er talan um samráðingarspurningar millum Lærarafelagið og Fíggjarmálaráðið, og har er heldur eingin trygd.

So góðu ætlanirnar hjá Mentamálaráðnum at fáa ein betri skúla fyri somu játtan, standa og fella við, hvat løgtingið til ein og hvørja tið játtar fólkaskúlanum á fíggjarlógini.

Í fíggjarlógini fyri 2019 var í tólvta tíma hálv millión skarvað av fólkaskúlajáttanini. Hetta boðar ikki frá góðum. Og tað er ein ólagaligur sannleiki, at fólkaskúlin síðan 2010 er álvarsliga undirfíggjaður. Tá lønarhækkingar og øktar pensjónsútreiðslur eru roknaðar uppí, so hevur fólkaskúlajáttanin at kalla staðið í stað seinastu 8 árini. Tað er eingin náttúrulóg sum sigur, at játtanin til fólkaskúlan skal hækka, men í sama tíðarskeiði er virksemið í fólkaskúlanum hækkað munandi, eitt nú við førleikastovum og við fleiri lærarum, sum virka innan sergreinar. Tað sansar av álvara at, og allar sparingar eru kærkomnar hjá Mentamálaráðnum. Tað er bara tað, at sæð í hesum ljósinum, so eru motivini fyri eini so ógvusligari tímalækking ivasom.

Tú fært tann undarliga tanka, at lógaruppskotið er eitt ótilvitað neyðarróp úr Mentamálaráðnum á løgtingið um at geva fólkaskúlanum tað rásarúm, sum ein nútíðar fólkaskúli eigur og má hava.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan