Tíðindi

NeXum vann við app, sum skal gera tað lættari hjá ungum at finna arbeiða

“Eitt gott hugskot, sum kann vera við at loysa eina samfelagsavbjóðing, sum samfelagið, vinnan og tey ungu kenna væl til." So greið vóru skotsmálini, sum dómararnir góvu vinnarunum NeXum, tá tey í dag vunnu SkúlaFM 2024.

23.02.2024

Bólkurin NeXum høvdu eitt hugskot til eina app, ið skal gera tað lættari fyri ung at finna arbeiði. Bólkurin, NeXum, kemur frá Runavíkar kommunuskúla og stovnararnir eru Luna Klein Joensen, Petra Jonhardsdóttir Geyti, Miriam Bogadóttir Brekku og Leivur Lassen.

Nummar tvey gjørdist Keliheim frá Skúlanum av Løgmannabreyt. Eisini tey fingu sera góð skotsmál frá dómarunum, fyri hugskotið, sum var ein tænasta, sum byggir brúgv millum djóraeigarar, ið hava tørv á at fáa síni kelidjór ansað og áhugaðar ansarar.

Nummar trý gjørdist Taste of sea úr Skúlanum av Giljanesi. Eisini tey fingu sera góð skotsmál frá dómarunum, fyri sítt hugskot. Tey høvdu ment ymiskar heilsugóðar vørur úr turkaðum laksi.

Vinnandi bólkur fær, umframt heiðurin at vinna, møguleikan at royna seg í Next Level kappingini í Danmark. Hendan kappingin verður í apríl. Betri og Føroyar Tele góvu 5.000,- kr. hvør til vinnandi bólkin. Nummar tvey og trý fingu somuleiðis vinning á ávíkavist 1.500,- kr. og 1.000,- kr.

Í ár vóru 6 bólkar við í finaluni, sum hesa ferð varð hildin í Varpinum í Klaksvík.

Dómarnir vístu á, at tað var sera torført at taka dagar ímillum luttakandi bólkarnar, tí støði var so mikið høgt. Harafturat vístu dómarnir á, at støðið tykist at hækka fyri hvørt ár. Í dómsnevndini sótu Høgni Warberg, fulltrúi í barna- og útbúgvingarmálaráðnum, Rógvi Róin, stjóri í Petur Larsen, Oluffa Olufsdóttir frá Betri Banka og Lív Egilsdóttir Olsen frá Føroya Tele.

Kelda: iverksetan.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.