Tíðindi

Nakrar neyðloysnir kunnu gerast nýggjar loysnir

Koronafarsóttin noyddi lærarar at vera um næmingar á annan hátt enn vanligt. Hetta hevði sínar avgjørdu avmarkingar; tað eru eisini nøkur øki, har skúlin má arbeiða fyri at náa tað, ið liggur á láni, men nakrar neyðloysnir hava eisini víst skúlanum á nýggjar leiðir. Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar

12.08.2020

Tað er gott, at strongu koronaátøkini vóru linkað, so at vit kundu savnast aftur í skúlanum fram til summarfrítíðina. Eftir tíðina í frástøðu stendur tað greiðari, at tað virðismesta í skúlanum, og tað fremsta amboðið hjá læraranum, er at vera saman við næmingunum. Tá ið lærarar og næmingar eru savnaðir í flokshølinum, kunnu tey lesa kropsmál og kenna stemningin, ið bæði eru berandi partar av einhvørjari lærustøðu. Men tað vóru eisini gjørdar nakrar dýrabærar royndir í koronatíðini, ið skúlin eigur at taka til sín og menna. Her hugsi eg serliga um fjarundirvísing fyri einstaklingum, og at lærarin hevur ábyrgd av smærri bólkum í grunddeildini.

Tá ið korona rændi fysiska sambandið hjá læraranum við næmingarnar, vóru góð ráð dýr. Ein loysn, ið nógvir lærarar tóku til, var netsamband við næmingarnar við t.d. Teams. Floksundirvísingin ígjøgnum Teams hevði sínar avmarkingar. Tað hevur tó víst seg hjá fleiri lærarum, at Teams hevur verið ein heppin loysn, tá lærarin skal fáa samband við einstakar næmingar, ið ikki møta í skúlanum. Fólkaskúlin sær ein vaksandi trupulleika við skúlaaftran. Tað eru næmingar, ið av persónligum ávum ikki megna at møta í skúlanum og ikki hava sálarligu orkuna at fáa undirvísing. Nakrir av hesum næmingum hava tikið Teams til sín, og fleiri lærarar hava av nýggjum fingið samband við hesar sárbæru næmingar. Hendan neyðloysn hevur víst seg sum ein nýggj og góð leið hjá læraranum at náa hesum, og her kunnu vit ikki drála, tí at ein væl eydnað fólkaskúlatíð er ofta lykilin til eitt innihaldsríkt lív hjá hesum børnum og ungdómum.

Hin neyðloysnin, ið vísti okkum greitt tað, sum vit áður hava víst á, er, at hvør lærari má varða av færri næmingum í grunddeildini. Av tí at korona kravdi eina skipan við smærri bólkum fyri at forða smittuspjaðing, gav tað samstundis næmingunum høvi at royna eina skúlagongd við fleiri lærarum fyri hvønn næming, og úrslitið er greitt. Næmingarnir trivust betur, teir komu í færri tvístøður og lærdu munandi meira. Fleiri lærarar siga frá stóra muninum á at hava ábyrgd av einum bólki á 10 heldur enn 24, at teir komu tættari at einstaka næminginum, og at tað var lykilin. Ein lærari vísti á, at tað, sum vanliga var setningurin til ein undirvísingartíma, rakk í koronatíðini til hálva tíð. Tað var minni órógv í smærru bólkunum, og næmingar, ið høvdu havt trupulleikar við at tillaga seg til skúlan og órógvaðu seg sjálvar og floksfelagarnar, vóru sum hamskiftir, nú tað vóru fleiri lærarar og harvið meira tíð til einstaka næmingin.

Hesar báðar loysnirnar vóru neyðloysnir í koronatíðini. Men tað, neyðin lærdi, eigur fólkaskúlin at fáa møguleika at taka til sín. Skúlaaftran er ein vaksandi trupulleiki. Loysnin við Teams fer at hjálpa læraranum at náa teimum næmingunum, ið ikki hava sálarligu orkuna at møta í skúlanum og at geva hesum eitt virðiligt skúlatilboð. Hin lærdómurin, at fólkaskúlin má fáa fleiri lærarakreftir í grunddeildina, krevur eina íløgu. Sum er, kann ein lærari einsamallur hava ábyrgdina av 24 næmingum í 1. flokki, tað eru ikki umstøður av bjóða hvørki læraranum ella næminginum. Íløgan at hækka talið á lærarum í grunddeildini fer at løna seg aftur í eini betri skúlabyrjan hjá nógvum næmingum, og tað fer at gagna næmingunum alla skúlatíðina.

Korona vísti okkum á virðið í at vera saman, men tá ið tað ikki letur seg gera, so er tøknin ein góð hjálp.

Oddagrein í Skúlablað nr 4, 2020, sum júst er komið.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.