Tíðindi


Nýtt ókeypis undirvísingartilfar um Skam til framhaldsflokkarnar

Norska ungdómssendirøðin SKAM er sera vælumtókt millum norðurlendskan ungdóm – tí bjóðar undirvísingarportalurin nordeniskolen.org nú spennandi frálærutilfar við útvaldum kutum úr SKAM til 7.-10. flokk. Tilfarið kann brúkast í grannamálsfrálæruni, móðurmálsfrálæruni og til tvørfakligar verkætlanir um ungdómsmentan í Norðurlondum.

10. november 2017

SKAM tekur upp ektaðar spurningar og tosar um teir í einum máli, ið hevur gjørt norskt kul sum ongantíð fyrr millum ung í hinum Norðurlondum. Og fyri nógv ung hevur SKAM eisini havt við sær, at tey í dag hava eina sterkari kenslu av at vera partur av einum felags norðurlendskum mál- og mentanarfelagsskapi.

Tað er bakgrundin fyri, at nordeniskolen.org nú kemur við nýggjum frálærutilfari um SKAM, har næmingar úr øllum Norðurlondum fáa møguleika fyri at koma tættari at norskum máli og norskari mentan, samstundis sum tey skulu taka støðu til vandamál, ið tey kenna frá teirra egna lívi.

Nordeniskolen.org er ein partur av tilboðunum, sum Norrønu Feløgini hava til borgarar í Norðurlondum. SKAM-tilfarið er fíggjað av Norðurlendska Ráðharraráðnum og Norðurlendsku Málsamskipanini.

Sjey hendingar

Tilfarið umfatar sjey hendingar við filmskutum úr SKAM, ið seta sjóneykuna á dirvið til at tora at hava sínar egnu meiningar, at pallseta seg sjálvan, feminismu, hevndarporno, samkyndleika, rasismu og ábyrgd og frælsi hjá ungdóminum.

Til hvørja hending eru nakrar uppgávur, har næmingarnir menna størri fatan av norskum máli og norskari mentan, samstundis sum tey grunda yvir ungdómsins vandamál og gera brúk av egnum royndum. Næmingarnir fáa eisini stuttligar skapandi uppgávur á vegnum.

Thomas Henriksen, leiðari fyri verkætlanini, sigur:

"Við SKAM-tilfarinum vilja vit geva lærarum í øllum Norðurlondum møguleika fyri at arbeiða við grannamálum á ein spennandi og viðkomandi hátt, sum er í eygnahædd við tær avbjóðingar, ið næmingarnir kenna frá teirra egna gerandisdegi. Tí kann tilfarið brúkast í mállærugreinum og í tvørgangandi verkætlanum um ungdómsmentan í Norðurlondum."

Ein gáva til grannamálsfrálæruna

Tilfarið er ment í samstarvi við tveir pedagogiskar ráðgevarar, Trine Ferdinand og Dorte Haraldsted, ið siga:

“SKAM er ein gáva til frálæruna í grannamálum, tí SKAM setir fokus á tað, ið hevur týdning og er áhugavert fyri ung at tosa saman um, og tí SKAM gevur møguleika fyri at suma inn bæði til tað serliga norska og tað, sum ung í Norðurlondum hava til felags, málsliga og mentanarliga. Vit hava tí valt 10 filmskut við uppgávum, ið kunnu brúkast sum útgangsstøði fyri greiningum, kjaki og skapandi tulkingum, sjálvt um ein ikki hevur sæð alla sendirøðina."

Nýggja tilfarið um SKAM sæst á nordeniskolen.org, sum síðan 2013 hevur bjóðað ókeypis frálærutilfar til lærarar og næmingar á fólkaskúlum í øllum Norðurlondum. Í dag brúka 10.000 lærarar portalin.

Sí SKAM-tilfarið her: https://nordeniskolen.org/fo/alt-indhold/?searchTheme=languageAndCultureTags&searchTags=108384&page=1&orderBy=default

Fá meira at vita: Thomas Henriksen, leiðari, thomas@fnfnorden.org, tlf. +4526116267

FAKTA:

* Norrønu Feløgini eru limafelagsskapir, óheftir av partapolitikki, ið hava til endamáls at styrkja og menna tað fólksliga samstarvið í Norðurlondum.

* SKAM-tilfarið hevur sjey frálærupartar við 10 filmskutum og tilhoyrandi uppgávum, ið seta fokus á at pallseta seg sjálvan, sjálvvirði, javnstøðu, samkyndleika, rasismu og frælsi og ábyrgd teirra ungu.

* Uppgávurnar leggja upp til umhugsan og kjak og til skapandi svar, eitt nú sum leiktulking og talgildan krosssting. Í uppgávunum finst eisini brot úr ’Et dukkehjem’ hjá Henrik Ibsen, har høvuðsleikluturin Nora tekur upp leiklut sín sum húsmóðir og mamma til umhugsunar.

* SKAM-tilfarið er ment av nordeniskolen.org/Foreningerne Nordens Forbund við fíggjarligum stuðli frá Norðurlendska Ráðharraráðnum.

* SKAM-tilfarið er gjørt í samstarvi við tveir danskar pedagogiskar ráðgevar, Trine Ferdinand og Dorte Haraldsted, við tøkk til NRK, ið hevur givið loyvi til at brúka 10 kut úr sendirøðini.

* SKAM er ment av leikritahøvundanum Julie Andem og NRK, og byggir á umfatandi kanning, har ein røð av 16 ára gomlum gentum eru spurdar um hvørjar avbjóðingar hava størstan týdning í teirra lívi. SKAM er útgivin sum bæði sjónvarpsrøð, netrøð og sum dagføringar á sosialu miðlunum.

* Tær sjey frálæruhendingarnar í SKAM-tilfarinum hava yvirskriftirnar

1. Tínar meiningar merkja akksum meira enn mínar

2. Tað snýr seg um, hvussu vit føra okkum fram!

3. Ungdómsins frælsi og ábyrgd

4. Tú verður dømdur fyri barnaporno

5. Eitt dukkuheim?

6. Eg eri ein sovorðin homohomo

7. Flestu norðmenn eru rasistar!


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.