Tíðindi

Ábyrgdin og uppgávan hjá telduvørðinum eigur at verða nágreinað

Tann spurningurin hongur mangan í leysari luft. Ein telduvørður fær niðurskurð eftir, hvussu nógvar teldur, hvussu nógvir næmingar og hvussu nógvir lærarar eru í skúlanum, og eg hugsi, at allir telduvørðir eru samdir um, at tann skipanin samsvarar ikki við arbeiðsbyrðuna. Tað sigur Høgni Lützen, lærari í Skúlanum við Streymin, ið hevur verið telduvørður í drúgt áramál

11. januar 2021

Spyrja vit, um skúlin, og her verður serliga hugsað um arbeiðsumstøðurnar hjá KT-vørðunum, hevur fylgt við í tí menning, sum verið hevur, so er tann spurningurin ikki so einfaldur at svara, heldur Høgni Lützen. Hann heldur, at tólbúnaðurin í skúlunum sum heild hevur verið á góðari leið, men tað hevur haltað við føroyskum teldutilfari. Vit høvdu eina telduvarðaútbúgving fyri 20 árum síðan, men síðan hevur einki verið. Tey fólkini, sum fingu ta útbúgvingina, eru farin at eldast.

- Eg haldi, at ein gongd leið kundi verið, at skipað varð fyri smærri skeiðum fyri telduvørðir í skúlunum. Eitt annað, ið eisini ger seg galdandi, er, at arbeiðslýsingin hjá telduvørðum ongantíð er gjørd. Nágreinast má, hvørjum ein telduvørður hevur ábyrgdina av. Tann spurningurin hongur mangan í leysari luft. Ein telduvørður fær niðurskurð eftir, hvussu nógvar teldur, hvussu nógvir næmingar og hvussu nógvir lærarar eru í skúlanum, og eg hugsi, at allir telduvørðir eru samdir um, at tann skipanin samsvarar ikki við arbeiðsbyrðuna. Vit hava eitt felag fyri telduvørðir, har við kunnu tosa um mál, ið hava felags áhuga, og roynt verður eisini at stríðast fyri arbeiðsumstøðunum hjá hesum parti av lærarastættini, men royndirnar vísa, at lyftini um betri arbeiðsumstøður hava verið ring at hildið.

Høgni Lützen greiðir frá, at broytingin og menningin á KT-økinum hevur verið øgilig. Hann sigur, at við tíðini eru teldurnar vorðnar betri, smærri, bíligari og - ikki minst - fleiri í tali. Tað ger, at tey, sum skulu taka sær av teldunum, hava fingið mangar ymiskar uppgávur at taka sær av. Í skúlanum skulu teldurnar haldast við líka og gerast klárar m.a. til allar tær talgildu royndirnar, sum verða hildnar.

- Eg varð liðugur í læraraskúlanum í 1980, og í 1981 fór eg til Klaksvíkar at vera lærari. Tá var ein lærugrein, ið nevndist tekstviðgerð; har var dentur lagdur á at læra maskinskriving. Skúlin hevði keypt IBM-maskinur, skrivimaskinur við kúluhøvdi, og vit kunnu siga, at tað var tann trilvandi byrjanin til ta KT-undirvísing, sum vit kenna í dag. Seinni vórðu so teldur keyptar. Tað var í grundini meira ella minni av tilvild, at eg gjørdist partur av KT í skúlanum, men tað hevur so verið tað økið, sum eg havi tikist rættiliga nógv við míni læraraár. Tær gomlu teldurnar vóru, við sínum avmarkaðu virkisamboðum, strævnar at fáast við. Hevði tú t.d. skrivað ein tekst, bar ikki til at nýta hann á nakrari aðrari tekstviðgerð. Tað er nakað, sum ongin kennir til í dag, nú teldurnar eru so ómetaliga framkomnar.

Les alla greinina í Skúlablað nr 6, 2020, sum kom í desember


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.