Tíðindi/Greinar

12.04.2018

Málmenning og barnabløðini

Nú 2018 verður árið, har málmenningin hjá okkara børnum verður sett í miðdepilin, áttu lærarar og foreldur í felag at raðfest føroyskt tilfar til okkara børn.

Mentamálaráðið hevur við orðum og peningi varpað ljós á málmenningina hjá okkara smæstu børnum í 2018. Óført tiltak, nú okkara viðbrekna mál er í støðugari hóttan av alheimsgerðini, tøknini og spølum á útlendskum málum.  

Eisini mugu vit ikki gloyma, at vit hava fleiri børn – og vaksin – enn nakrantíð, sum eru fleirmælt. Hetta ger eisini, at vinfólk hjá útlendsku børnunum mangan tosa enskt saman, og hetta kann í summum førum elva til, at føroyska málið verður meira fremmant enn enskt hjá báðum pørtum.

Fokusið hjá MMR er dagstovnaøkið, men vit eiga - og hava skyldu til - í skúlanum at støðugt menna okkara næmingar í móðurmálinum.

Lesa sum ongantíð fyrr

Alt er als ikki vorðin verri. Børnini lesa longu frá 1.-2. flokki í flestu skúlum eina rúgvu av føroyskum bókum. Úrvalið er rúgvismikið, og serliga krabbabøkurnar og aðrar spennandi krimi-, fantasi- og ungdómsbøkur til ung hava viðført, at børn lesa nógv og fjølbroytt frá sera ungum árum.

Umráðandi er, at lærararnir fara rætt fram og fylgja leiðbeiningunum soleiðis, at talan verður um veruliga næmingatillagað lesing, sum mennir lesingina hjá børnini á skynsamasta hátt.

Strok og Píkasjey

Tíverri síggja vit á haldaratølunum, at skarin í Strok og í nýggja barnablaðnum, Píkasjey, sum er til børn í innskúlingini, er fallin munandi seinastu árini. Hetta er púrasta í andsøgn við, at børn lesa sum ongantíð fyrr í skúlunum – serliga í innskúlingini. Bókasavnsvørðir siga eisini frá gleðisøgum um vaksandi lesihuga hjá teimum yngstu.

Vit hava sera gott tilfar á føroyskum máli í báðum barnabløðunum, og tí er tað heldur óskiljandi, at tað ikki eru fleiri haldarar. Hetta er eitt gylt høvi hjá børnum okkara at menna sítt mál og eisini menna sítt tilvit um ymisk evni. At fáa innlit og vitan er helst ein mangulvøra nú á døgum, har skermar og undirhald hava fingið fast innivist í menskuni hjá okkara børnum.

Latið børnini sleppa at menna sítt mál og tilvit á góðan, námsfrøðiligan hátt við góðu barnabløðum okkara.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan