Tíðindi

Mál og mið hjá komandi nevndini

Ein áhugaverd tíð stendur fyri durum hjá komandi formanni og nevnd Føroya Lærarafelags. Carl Eli Nolsøe Samuelsen, nevndarlimur og skrivari í Føroya Lærarafelag.

05.04.2019

Í skrivandi løtu er ikki greitt, hvør mannar nevndina í Føroya Lærarafelag eftir aðalfundin 6. apríl. Tó eru nøkur mál, sum nevndin altíð arbeiðir við, og eisini fari eg at nevna nøkur øki, sum eg hevði viljað, at Lærarafelagið fer at raðfesta í komandi tíðum.

Komandi sáttmálaskeið

Tað er nú bara hálvt ár eftir av verandi sáttmálskeiði, sum vit skrivaðu undir á pálsmessu í fjør. Tann avtalan gongur út komandi heyst, og vit eru farin í gongd við at hugsavna okkum um komandi krøv og ynski.

Ein liður í hesum arbeiði er at hoyra frá lærarum, og ein annar er eisini at hava fundir við mongu undirfeløg okkara og skúlaleiðarafelagið. Økisfundirnir og álitisfólkaskeiðið undan jólum hava eisini givið okkum innlit í ynski og ivastøður hjá lærarum og leiðslum.

Eg hevði viljað, at vit strembaðu eftir at fáa ein trý ára sáttmála, soleiðis at rúmari tíð er at arbeiða við skúlaviðurskiftum í friðartíð. Sáttmálasamráðingar fara við sera nógvari orku, og ikki er tað heppið, at onnur týðandi mál tá liggja í dvala.

Høvdu vit kunnað samrátt okkum til ein sáttmála, har vit eitt nú ognaðu okkum somu lønarhækking (umleið 2,5% árliga) í 2-3 ár; at ársverkið fór frá 1800 tímum til eitt nú 1700 tímar; at fyrstilærarar fingu betri umstøður; og at leiðslutíðin varð betrað. Tá varð nógv vunnið, og vit høvdu fingið ein betri skúla til gagns fyri lærarar og næmingar.

Starvsrættindi hjá lærarum og leiðslum

Fyri at reka ein skúla á hóskandi hátt krevst, at leiðsla og lærarar samstarva. Leiðslan setir mál og mannagongdir í verk við nøkrum greiðum karmum, sum lærarar síðan útinna sambært sínum skyldum og rættindum í mun til arbeiðstíðaravtaluna.

Virksemisætlanin eigur at gerast í felag, og ein árlig starvsfólkasamrøða greiðir best íkomnar fløkjur og stuðlar eisini undir nýggjum málum fyri eitt komandi skúlaár.

Leiðsluútbúgvingin, sum einir tretivu lærarar nema sær í løtuni, eigur at verða eitt afturvendandi tilboð til tey, ið ynskja sær at mennast í leiðslu. Slíkar útbúgvingar lata lærarar og leiðslur væl í til samskifti og samstarv við lærarar.

Mannagongdir í samband við harðskap og hóttanir um harðskap

Nevndin arbeiðir í løtuni við at dagføra mannagongdina við greiðari vegleiðingum, ráðum og skrásetingarskjølum. Hetta arbeiði verður helst liðugt nú í vár.

Í mun til okkara vegleiðandi mannagongd frá 2015, sum leiðslur og lærarar hava fingið, so eiga vit at savna okkum enn meira um lærarar, sum hava upplivað harðskap ella eru í vanda fyri at uppliva harðskap.

Tað eigur at vera ein vegleiðing fyri lærarar, ið ikki kenna ein flokk væl (t.d. vikarar), sum hava serliga truplar næmingar, hvussu hesir skulu hátta sær, um ein keðilig og óheppin støða verður. Leiðsla eigur at kunna lærarar, áðrenn hesir traðka inn í økir við slíkum møguligum vandum.

Lýsa søguna, lærarayrkið og lærarar við filmi

Komandi ár verður Føroya Læraraskúli 150 ár. Eftir mínari hugsan áttu vit tískil at varpað ljós á Føroya Læraraskúla, søguna, lærarayrkið og lærarar við at lýst okkara virksemi við einum dygdargóðum filmi.

Góð góðska kostar, men slíkt søguligt arbeiði eiga vit at raðfesta høgt. Ein góð hjáveiða við einum filmi verður, at landsins myndugleikar fáa eitt betri innlit í okkara arbeiðslív og støðu í samfelagnum.

Onnur øki, ið eg kundi nomið við, eru:

* KT-økið, sum er trongt í einum stríði um gjalds- og valdsbýti ímillum land og kommunur.
* At endurskoða lívstryggingina, sum í verandi líki er 500.000 kr. við einari niðurtrapping frá tí, tú verður 46 ár. 
* Og um tað ikki átti at verið soleiðis, at við leiðsluábyrgd eigur løn at fylgja við. Tískil átti eitt nú leiðarin í einari førleikastovu at fingið løn fyri leiðsluábyrgd.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.