Tíðindi

Munadygt slagorð á Eiði

Í Eiðis skúla halda tey seg til slagorðið: trivnaður, ábyrgd og læra. Eitt slogan, ið vísir seg at sera gagnligt hjá skúlanum at arbeiða eftir. Hetta eigur at seyra ígjøgnum alt tað, tey læra

15.06.2017

Soleiðis sigur Tom Joensen, fyrstilærari í Eiðis skúla, um teirra máta at arbeiða uppá. Teirra grundgeving fyri hesum slagorði er í stuttum, at trivnaður er grundarlagið undir, at næmingar og lærarar skulu trívast. Tey skulu venja seg til at taka ábyrgd fyri sær sjálvum, fyri øðrum og saman við foreldrunum.

- Ábyrgdin fer út um skúlagátt, inn í heimini. Foreldrini skulu eisini vera við at taka ábyrgd av læruni hjá tykkara næmingum fyri at nakað gott skal spyrjast burturúr við tí, sum endamálið er, altso trivnaður, ábyrgd og læra, sigur Tom Joensen.

Hesum arbeiða tey eftir hvørt einasta ár. Tað, tey royna í hesum sambandi, er, at tey gera sær eina yvirskipaða ætlan hvørt ár. Tey siga, at "í ár vilja vit arbeiða nógv við hesum", og tað kann skifta frá ári til ár.

- Okkurt árið hava vit sagt, at vit vilja við øllum, sum vit arbeiða við, stremba eftir, at næmingarnir gerast tryggir og duga til dømis at leggja fram, sigur fyrstilærarin.

Við hesum meinar hann, at tað er í fínast ordan at fara upp til talvuna, venda sær móti 15-16 næmingum, siga tað, mann hevur upp á hjarta, og at tað er eisini í lagi at siga okkurt skeivt. Ella fyri alt tað kiksað. Tí tað er bara ein partur av tí at vera menniskja.

- Soleiðis vóna vit at kunna styrkja tað tolsemið, sum er, eisini við teimum, sum traðka við síðuna av viðhvørt, tí tað gera vit øll onkuntíð.

Í Eiðis skúla arbeiða tey við sovorðnum bitum, og tað er ein máti, Tom Joensen, fyrstalærara, dámar væl.

Hvørt einasta ár eru tey noydd við slagorðinum í huga at endurskoða tað, tey hava havt sum yvirskipað mál og spyrja: Hvat er tað nú, sum skal vera í rokning, í landalæru, í søgu?

- Og samfelagsfrøði kemur inn nú við tveimum tímum í 7. flokk sum nakað spildurnýtt her í skúlanum.

Tann lærarin, ið skal undirvísa í samfelagsfrøði næsta skúlaár, hevur verið á tí bókaframløguni, sum ber í sær, at lærarin og skúlin eru fyrireikað til hesa nýggju lærugrein.

Fyrstilærarin á Eiði vil ógvuliga fegin menna tónleikin í hesum skúla við teimum frálíku hølisviðurskiftunum. Eisini musikkhølisviðurskiftunum. Ein ung eiðiskona hevur verið burtur í heimi og nomið sær útbúgving.

Í skúlanum á Eiði hanga nógv dýrmett listaverk. Her eru málningar hjá eiðislistakvinnuni Sigrun Gunnarsdóttir og eiðismannin, listamálaran Niels Kruse (1871-1953). Her hongur eisini ein kollasja hjá næmingum yvir heimskenda listaverkið hjá norska listamálaranum Edvard  Munch (1843-1944) "Skríggið". Næmingarnir avmynda seg sjálvar sum skríggjandi modell saman við eini mynd av upprunaliga "Skrígginum" hjá Munch.

- Alt hetta síggja næmingarnir hvønn tann einasta dag, og tað fær frið. Her hongur nakað, sum er kvalitetur, sigur Tom Joensen nøgdur.

Eiðis kommuna hevur annars gjørt eina 15 ára avtalu við Sunda kommunu um, at tá ið børnini eru liðug við 7. flokk á Eiði, fara tey í framhaldsskúlan har suðuri. Hetta er upp á leigubasis, her Eiðis kommuna rindar fyri hvønn einstakan næming. Tað vísir seg, at hjá Eiðis kommunu er tað munandi bíligari at leiga enn at eiga.

Eiðisbørn læna haraftrat svimjihylin hjá Sunda kommunu, so eiðisbørn læra at svimja frá tí, tey koma í 1. flokk.

Yvirhøvur halda fólk, at børnini sita bara og gløða í ein fartelefon- ella telduskerm, men meginparturin av børnunum á Eiði eru eftir skúlatíð úti og eru við í tí bygdarlívinum og tí ungdómslívinum, sum var, tá ið Tom Joensen, fyrstilærari á Eiði, var ungur.

Og tað er ikki so langt síðan enntá.


Myndin:
Tom Joensen, fyrstilærari á Eiði, er errin av at vísa leiksalin í Eiðis skúla, sum man vera ein tann best innrættaði skúlin í landinum

Tekstur og mynd: Sonne Smith


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.