Tíðindi

Mugu taka frásagnarleiklutin hjá lærarum í størsta álvara

Lærarin eigur at gera sær greitt, hvussu ómetaliga umráðandi tað er at fortelja søgur fyri børnum. Munnliga frásøgnin stimbrar lesihugin. Tað sigur Lydia Didriksen, námslektari í føroyskum á Námsvísindadeildini

14-10-2021

Einstaki lærarin kann ganga undan og leggja lunnar undir eini mentan í einstaka flokkinum, har hugburðurin er, at tað er stuttligt og gevandi at lesa, men best er, heldur Lydia Didriksen, um allur skúlin gongur undan og tekur lógvatak um týdningin at lesa. Tað kann hann gera við at hava eina virkisætlan viðvíkjandi lesing, reglulig lesiátøk, eitt vælment skúlabókasavn og ein hugburð til lesing, sum sigur, at uppgávan at fáa næmingar at lesa liggur á øllum lærarum í øllum lærugreinum.

- Øllum børnum dámar sera væl, at lærarar fortelja og lesa fyri teimum. Vit minnast øll lærarar frá okkara tíð í skúlanum, sum dugdu so væl at fortelja. Teir rúnabundu og tóku okkum við í aðrar heimar. Lærarin eigur at gera sær greitt, hvussu ómetaliga umráðandi tað er at fortelja søgur fyri børnum. Við at gera tað ber lærarin mentan, mál og vitan víðari til næmingarnar. Munnliga frásøgnin stimbrar lesihugin. Tá ið næmingarnir so varnast, at teir sjálvir kunnu lesa alt tað, sum lærarin fortelur, so fær hann hug at lesa bøkur, sum eru líka spennandi. At miðla spennandi og góðar søgur fyri børnum er so ómetaliga umráðandi í miðlanini av lesihugi.

Hetta at fortelja og siga frá eigur at vera ein nógv størri partur í gerandisdegnum í skúlanum og í øllum lærugreinum, heldur Lydia Didriksen.

- Nú alt flytur seg á talgildar pallar, og sambandið millum ættarliðini eru broytt so nógv, so tørvar okkum eitt kjak um javnvágina av tøkni og undirvísing uttan tøkni. Sambandið millum lærara og næmingar eigur at verða styrkt. Vit mugu taka frásagnarleiklutin hjá lærarum í størsta álvara, tí hann hevur so ómetaliga stóran týdning.

Í undirvísing sínari í føroyskum á Námsvísindadeildini leggur Lydia Didriksen stóran dent á narrativitetin, tað er stóra týdningin av at fortelja. Hvussu ótrúliga umráðandi tað er at seta orð á okkum sjálv, á verðina og alt rundan um okkum.

- Málið er jú mentanar- og vitanarberi, og alt verður kjølfest í málinum. Vit viðgera eisini, hví tað er umráðandi at lesa skaldskap; hetta at kenna seg aftur í øðrum menniskjum fyri felagsskapin í einum samfelag og í heiminum. Tað er umráðandi, at læraralesandi skilja dygdirnar í skaldskapi og at lesa skaldskap, umframt hví málið er so umráðandi amboð.

Les samrøðu við Lydiu Didriksen í Skúlablað nr 5, 2021.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.