Tíðindi

Misjavnt hvussu reglur um fartelefonnýtslu í skúlanum verða hildnar

Tað er ikki álagt skúlunum at hava leiðreglur, tá ið talan er um fartelefonnýtslu hjá næmingunum, eins og tað er álagt skúlunum at hava til dømis trivnaðarætlan. Tí er tað sera ymiskt, hvat verður gjørt, og hvat man heldur, at man eigur at gera. Tað staðfesta Bodil Jacobsen og Ella Selma Larsen í bachelorritgerð um sosialar miðlar í undirvísing

21.10.2019

Flestu skúlar hava leiðreglur, tá ið talan er um fartelefonnýtsluna hjá næmingunum í skúlatíð; summir skúlar hava rættiliga strangan telefonpolitikk. Í onkrum skúla er als ikki loyvt at hava telefonina við í skúla, aðrastaðni skal hon liggja sløkt í taskuni og bert takast fram, um lærarin loyvir tí. Aðrastaðni kann hon takast fram í samband við undirvísing. Verður hon brúkt til annað enn undirvísing, verður telefonin tikin frá næminginum og løgd inn á skrivstovu stjórans.

Tað er gott at hava leiðreglur, halda Bodil Jacobsen og Ella Selma Larsen, men tað er ikki nóg mikið, tí lærarar eru ymiskir á máli, tá ið talan er um, hvussu reglurnar skulu haldast.

- Lærarar eru ymiskir á máli um, í hvussu stóran mun næmingar kunnu hava telefon í skúlatíðini. Eru lærarar í sama skúla ikki samdir um, at leiðreglurnar skulu haldast, nytta reglurnar einki. Vit síggja í svarunum frá lærarunum, ið vit hava spurt, at tað er sera misjavnt, hvussu reglurnar verða hildnar. At onkur lærari gongur høgt upp í reglurnar, og lærarin í grannastovuni ikki ger, elvir til frustratiónir millum bæði lærarar og næmingar. Tað kemur týðiliga fram í okkara kanning. Um tað hevði hjálpt, at tað var álagt frá evsta skúlamyndugleika, at allir skúlar skulu hava telefonpolitikk, er ilt at meta um; eftir okkara fatan er tað meiri umráðandi, at einstaki skúlin leggur lærarunum eina við at reglurnar skulu haldast, siga Bodil Jacobsen og Ella Selma Larsen.

Flestu lærarar eru samdir um, at snildfonir kunnu verða brúktar í skúlanum sum amboð og hjálpitól.

- Eg meti, at hetta er eitt snilt amboð at nýta í undirvísingini, tí tað er nógv skjótari at taka eina telefon upp úr lummanum og arbeiða við henni í mun til við teldum. Eisini kann snildfonin vera sum ein "eyka" lærari inni í tímanum, soleiðis at bíðitíðin ikki verður so long, sigur ein lærari í kanningini.

Bodil Jacobsen og Ella Selma Larsen hava spurt bæði lærarar og næmingar, hvørt snildtelefonir órógva í skúlanum. Flestu lærararnir, sum hava svarað, halda, at telefonirnar órógva og taka fokus frá undirvísingini.

- Um tær ikki eru fjaldar, so hyggja næmingarnir í tær í heilum, og hetta tekur fokus frá undirvísingini, og tey hugsavna seg ikki 100%, og missa soleiðis ein part av undirvísingini, sigur ein lærari.
Ja, telefonin kann skjótt órógva. Vildi mangan ynskt, at vit høvdu vanar, so telefon ikki fekk so nógv rúm í gerandisdegnum. Næmingarnir hava í flestu førum ikki tann hugburð, at telefonin skal ikki vera frammi í undirvísingarhøpi uttan so, at hon skal brúkast. Tað órógvar, at teir altíð skulu hava hana frammi (hóast boðini eru, at hon skal vera í taskuni). Flestu næmingarnir hava fráboðanir tendraðar til Snapchat, Messenger, Facebook o.s.fr., og har streyma fráboðanir inn, sum órógva. 

Í ritgerðini vísa Bodil Jacobsen og Ella Selma Larsen á eina kanning, sum er gjørd á Stanford Universiteti um fleirvirkni. Henda kanning er sera áhugaverd í mun til nýtslu av snildfon hjá næmingunum í undirvísingini. Fleirvirkni er eitt nógv nýtt orð og er sera viðkomandi, tá samskift verður á nógvum ymiskum pallum í dag.

- Kanningin vísir, at fleirvirkni er ein mýta, og at tað ikki ber einum menniskjaheila til at hugsavna seg 100% um tvær uppgávur í senn. Við at skifta ímillum fleiri pallar, missa vit fatanarevnini á pallinum, sum farið verður frá og mugu fanga tráðin, tá vit venda aftur, tí hugsavnanin hevur verið á einum øðrum palli. Hetta kann samanberast við, tá næmingarnir hava snildfonina frammi, og hon ikki verður nýtt til undirvísing. Tað tekur longri tíð at fleirvirka, enn at gera eitt ting í senn, samstundis lærir og minnist tí minni við at gera tvey ting í senn.

Grundarlagið í ritgerðini hjá Bodil Jacobsen og Ellu Selmu Larsen eru kanningar, eitt nú kvantitativ spurnakanning, sum næmingar í 8. og 9. flokki í bygdarskúla og býarskúla hava svarað, og kvalitativ kanning, sum 6 næmingar í stórum bygdarskúla hava svarað. Umframt hava lærarar, sum starvast í ymsum skúlum kring landið, svarað spurnablaði, og hálvskipaðar samrøður eru eisini gjørdar.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.