Tíðindi

Menna orðblindar næmingar at gerast sjálvbjargnir

Ein av verkætlanunum, sum hevur fingið tímar av játtanini til royndar- og menningarvirksemi í fólkaskúlanum hetta skúlaárið, er verkætlan í Tvøroyar skúla, sum hevur til endamáls at gera næmingar sjálvbjargnar, hóast teir eru orðblindir.

27.02.2024

Týðandi amboð í verkætlanini er at læra næmingarnar at brúka tøkni og annað, sum kann vera teimum til hjálpar. Verkætlanin hevur heitið, Talgilt undirvísingartilfar til orðblind og næmingar við lesi- og skrivitrupulleikum.

Í lýsingini av verkætlanini verður sagt, at í fyrsta flokki verða fýra stuðulstímar settir av til lesi- og skrivimenning. Í februar fáa næmingar, ið hava tað trupult, hjálp í bólki. Í øðrum flokki verður undirvíst í bólki, og í seinnu hálvu í triðja flokki fáa næmingarnir frálæru í at brúka Intowords, har teir læra at skriva orð og setningar. Haraftrat læra teir at brúka teldil til partar av frílesingini, og til bøkur, tey hava áhuga fyri og ikki megna at lesa sjálv.

Tá ið talan er um at skriva fyrisøgn, hevur skúlin valt at raðfesta føroysku fyrisagnirnar fram um aðrar.

- Játtaða tímatalið ger, at tað gongur alt ov seint. Tilfarið verður lagt á skrivaraborðið hjá einstaka næminginum. Tó skal hann fyrst stavilsisbýta tey torføru orðini í skrivihefti saman við læraranum, áðrenn teldan verður nýtt. Tá ið talan er um Wiseflow, so venja vit landsroyndir í 4. flokki og 6. flokki úr uppgávubankanum hjá Kt-námi. Somuleiðus, tá ið talan er um fráfaringaringarroyndir í 8.-10. flokki. Teir yngru næmingarnir brúka teldil til partar av frílesingini, og teir eldru brúka fartelefonina eftir tørvi, sigur Bjørg Hofgaard, lærari í Tvøroyar skúla.

Verkætlanini – Talgilt undirvísingartilfar til orðblind og næmingar við lesi- og skrivitrupulleikum – hevur fingið 273 tímar hetta skúlaárið; tað svarar til fimm tímar um vikuna.

Savnsmynd


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.