Tíðindi

Meiri tíð má setast av til samstarv í arbeiðstíðini hjá lærarum

- Týdningurin av at samstarva um alskyns viðurskifti í skúlahøpi, antin tað snýr seg um menning, at skipa undirvísing, trivnaðin hjá næmingunum ella hvat tað kann vera, er ikki at undirmeta, og hesin týdningurin er størri nú enn nakrantíð, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags.

24.06.2019

Føroya Lærarafelag hevur fleiri ferðir síðstu árini víst á, at lærarar brúka ov stóran part av arbeiðstíðini til undirvísing og tískil minni tíð til annað, so sum samstarv í toymi, við leiðslur og aðrar lærarar, samskifti, menningararbeiði, eftirmeting av undirvísing og avrikunum hjá næmingunum og annað. Hetta eru alt viðurskifti, sum gransking og nútímans skúlatankar vísa á eru sera týdningarmikil í skúlanum.

- Týdningurin av at samstarva um alskyns viðurskifti í skúlahøpi, antin tað snýr seg um menning, at skipa undirvísingina, trivnaðin hjá næmingunum ella hvat tað kann vera, er ikki at undirmeta, og hesin týdningurin er størri nú enn nakrantíð. Øll gransking vísir, hvussu stóran týdning samstarv um undirvísing hevur. Tá ið vit vita tað, og vit eru eru samd um, at vit vilja hava ein góðan fólkaskúla, mugu vit seta tíð av til samstarv í arbeiðstíðini hjá lærarum, har teir fáa løn fyri tað, sigur Jacob Eli S. Olsen.

Arbeiðstíðaravtalan og virksemisætlanin eru mangan frammi í kjaki í lærarahøpi, og tað er ikki altíð, at tær fáa góð orð á vegnum. Formaður Føroya Lærarafelags heldur, at arbeiðstíðaravtalan hongur betur saman, enn nógv vilja vera við; tó er hann samdur við teimum, sum siga, at hon á ávísum økjum átti at verið betur og neyvari útgreinað.

- Arbeiðstíðaravtalan er greið, tá ið talan er um undirvísing, tí undirvísir tú ein tíma, so telur tað so og so nógv, og samlaða tímatalið skal ikki upp um 1800 tímar um árið, men hin parturin, sum er tíð til eitt nú samstarv við aðrar lærarar, minkar alsamt, hóast vitanina um týdningin av samstarvi, og hóast leiðslur í dag eru meiri tilvitaðar um námsfrøðiliga leiðslu. Tað er rættiliga margháttligt, at minni tíð verður sett av til samstarv hjá lærarum, tá ið kravið í tíðini er, at vit skulu samstarva meiri. Hjá nógvum lærarum er tíðin til samstarv lækkað úr 120 tímum niður í umleið 70 tímar, tað vil siga at tíðin er skerd nærum ein helming. Og hóast hesa skerjingina, so er væntað, at lærarar brúka meira tíð til samstarv enn áður. Skulu teir gera hetta óløntir? Tað ber ikki til.

Avleiðingarnar av, at minni tíð er sett av til eitt nú samstarv, kunnu vera nógvar. Jacob Eli S. Olsen veit um lærarar, sum brúka nógva tíð óløntir til samstarv, og um nógvar lærarar, sum brenna út, tí teir fáa ikki tíðina at røkka til.

- Ein undirvísingartími tekur nógva orku, og hann skal fyrireikast væl. Undirvísa allir lærarar ov nógvar tímar, so ber illa til at finna tíð til samstarv og annað, sum er týdningarmikið fyri góðskuna av undirvísingini. Summir lærarar brúka nógva frítíð, tað vil siga ólønt, til at samskifta og annað. Summi gera tað eina tíð, til tey ikki orka meiri. Sama hvussu ágrýtin og eldhugaður lærari tú ert, so orkar eingin at arbeiða nógv ólønt í síni frítíð í langa tíð. Tá seta lærarar spurnatekin við, hvørt tað er rætt, og tað er skiljandi. Ov nógv undirvísingartíð, verri er skúlatilboðið, og verri trívast lærararnir. Sum Møllehave sigur, so má lærarin hava yvirskot fyri at undirvísa og fáast við fólk, tí “man kan ikke dele ud af et underskud”. Henda orðingin lýsir væl støðuna.

Virksemisætlanirnar eru amboðið at skráseta arbeiðstíðina hjá lærarum, sum hon er ásett í arbeiðstíðaravtaluni. Til hvørjar samráðingar er arbeiðstíðaravtalan á skránni. Í heyst verða samráðingar aftur.

- Tillagingar verða alla tíðina gjørdar í arbeiðstíðaravtaluni. Tíverri er orðingin, sum umfatar tíðina lærarar fáa tillutaða til “felags ráðlegging og eftirmeting, lærarasamstarv og skúlamenning” ikki nóg neyvt orðað, tí tað vísir seg, at tíðin til júst hesi viðurskifti alla tíðina verður skerd, til frama fyri, at lærarin undirvísir fleiri tímar. Upprunaætlanin var, at lærarar fingu á leið 120 tímar ella tað, sum svarar til 3 tímar um vikuna, til henda partin av arbeiðinum. Nú er tíðin, ið lærarum eru løntir fyri ymiskt samstarvsarbeiði, munandi skert. Tað hevði verið gott fyri læraran og skúlan, at fingið hesi viðurskiftið í rættlag aftur.
 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.