Tíðindi

Mannligir námsfrøðingar góða ávirkan á, hvussu barnið klárar seg í skúlanum

Eru fleiri mannlig starvsfólk millum børnini í barnagarðinum, klára børnini seg betur í mál- og rokniroyndum í barnaskúlanum, vísir nýggj norsk gransking

16.02.2018

– Tað einasta, vit hava funnið, sum sigur nakað um, hvussu tað gongur børnunum seinni, er talið á mannligum starvsfólki í barnagarðinum, sigur Nina Drange til Stavanger Aftenblad.

Nina Drange og Marte Rønning, ið eru granskarar við Statistisk sentralbyrå (SSB), hava kannað, hvussu ymisk viðurskifti í barnagarðinum ávirka børnini tey fyrstu trý árini í skúlanum. Granskararnir meta ikki, at útbúgvingin, royndirnar, hvussu støðugur tú ert og onnur viðurskifti hjá starvsfólkunum hava ávirkan á kognitivu menningina hjá børnunum.

– Ein frágreiðing, vit hava funnið, kann vera, at mannligu námsfrøðingarnir eru øðrvísi saman við børnunum enn kvinnuligu námsfrøðingarnir. Ein onnur frágreiðing kann vera, at mannligu námsfrøðingarnir velja dagstovnar, sum eru meiri egnaðir til at fremja menningina hjá barninum á hættir, sum vit ikki megna at máta, sigur Drange.

Úrslitini, sum granskararnir eru komnir fram til, koma óvart á Kirsti R. Gundersen, sum er leiðari í Gauselbakken barnagarði í Stavanger.

– Tað nyttar ikki at seta fleiri menn inn á eina barnagarðsstovu og so halda, at dygdin verður betri. Tað sigur seg sjálvt, at útbúgving og støðug starvsfólk hava ein stóran leiklut. Um tað ikki sæst aftur í rokniroyndunum hjá børnunum í aldrinum 6-9 ár, so hevur tað í øllum førum nógv at siga fyri, hvussu børnini hava tað, sigur Gundersen við Aftenbladet.

Í Noregi eru 9 prosent av starvsfólkunum í dagstovnunum menn. Kanningin fatar um 2161 børn, sum gingu í barnagarði í Oslo í 2005 til 2007.

Kelda: forskning.no

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.