Tíðindi

Mangt broytist á mansins ævi

Í dag eru foreldur meira kritisk, og alt gott um tað, men hvat við góðum samrøðum heima við hús? Havi ofta varhuga av, at foreldur og børn samskifta sjáldan um samfelagslig viðurskifti og annað, ið fer fram alment.

12.10.2018

Tá ið eg var tannáringur, afturi í áttatiárunum, var ikki vanligt, at vit sluppu til nakran fyrilestur, stovnsvitjan, sjónleik ella tiltøk uttan fyri skúlans gátt. Undirvísingin í fólkaskúlanum fór fram inni í skúlastovuni, og foreldrini hvørki spurdu ella viðmerktu nakað skúlanum viðvíkjandi. Við nátturðaborðið varð sagt frá, hvussu hevði gingist til royndir og próvtøkur. Karakterbókin varð víst fram, og annað av foreldrunum váttaði skrivliga, at viðkomandi hevði sæð metið. Litið varð á okkum, at vit tóku skúlan í álvara. Álitið var stórt bæði á skúlan og á okkum ungu.

Nú á døgum verða vit sum skúli boðin til eitt tiltak fyri og annað eftir – uttan fyri skúlans veggir. Sum flokslærari í einum 8. flokki í tríggjar vikur havi eg longu fingið trý tilboð. Sum lærari vilt tú næmingunum tað besta, og hesi tilboð uttan fyri skúlan krevja, at lærarin setir seg væl inn í, hvat tað snýr seg um, og fyrireikar næmingarnar nakað; men mest umráðandi er tó eftirmetingin av tiltakinum. Funnin fressur hjá læraranum at fáa gott og gevandi kjak í flokkinum. Sjálvandi skulu næmingarnir ikki bara uppliva nakað, men veruliga hugsa og meta um tiltakið. Hetta álit, haldi eg, mugu øll hava á lærarum. Eitt er so vist, og tað er, at næmingarnir eru skilagóðir og spyrjandi, og sostatt er tann lærarin, ið ikki eftirmetir slík tiltøk, ikki høgt í metum hjá næmingunum. Tað eri eg sannførd um. Havi sjálv álit á, at lærarar taka slíkt í álvara, tí hvat er meira gevandi enn eitt gott kjak við næmingar, ið eru tannáringar?

Í dag eru foreldur meira kritisk, og alt gott um tað, men hvat við góðum samrøðum heima við hús? Havi ofta varhuga av, at foreldur og børn samskifta sjáldan um samfelagslig viðurskifti og annað, ið fer fram alment. Veit, øll hava so nógv at takast við, og tøknin ger eisini tað, at tíð ikki er til góðar samrøður millum børn og vaksin, tíansheldur aðra samveru í tí dagliga, har ein ger okkurt saman, sum at seta niður epli, fara á flot, ganga ein túr í náttúruni o.s.fr. Tannáringar eru eisini kritiskir og geva bæði lærarum og foreldrum skoðsmál. Øll eiga vit at gleðast um tað og ikki verða bangin fyri, at næmingar lata seg tøla av hvørki einum ella øðrum – bara soleiðis. Tað havi eg, í hvussu so er.

Í áttatiárunum, tá ið eg var tannáringur, var samrøðan í hásæti. Minnist, hvat foreldur, ommur, abbar og onnur søgdu og hildu. Minnist eisini, hvat lærarar mínir søgdu og greiddu frá. Haldi, hesir lærarar vóru sera vísir og dugdu væl at standa fyri. Veit ikki, um teir høvdu tímað at farið út úr skúlanum til fyrilestrar við okkum næmingum, men havi eina turkatrúgv á, at um so var, so høvdu teir verið kritiskir og skapað kjak um bæði innihald og orðaval o.a.

Tískil er tað eingin ivi í mínari sál um, at lærarar í dag mugu kýta seg nógv. Uppaftur meira enn lærarar fyrr. Sjóneyka er á okkum alla tíðina, og næmingar himprast ikki við at meta um alt og ikki minst okkum lærarar. Vert at hava í hyggju!

Klumma eftir Jacobu Lervig, lærara í Eysturskúlanum, í Skúlablað nr 5, 2018.

Savnsmynd


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.