Tíðindi

Mammur og vinir fáa børn at lesa bøkur

Børn lesa minni í frítíðini í dag samanborið við í 2010; tað vísir nýggj donsk kanning. Men mammur og vinir kunnu fáa børn at leggja skíggjan til viks og taka eina bók av hillini.

23.03.2018

Tá ið børn í Danmark blaka seg í sofuna við eini bók, so er tað sum oftast tí, at vinir teirra ella mamma teirra hava fingið tey til tað. Tað vísir størsta kanningin av lesivanum, sum higartil er gjørd í Danmark; kanningin er gjørd í oktober 2017 fyri tankasmiðjuna Fremtidens Biblioteker.

Kanningin vísti, at talið á børnum, sum lesa í minsta lagi fleiri ferðir um vikuna, er minkað úr 61 prosentum niður í 56 prosent síðan 2010, og at børn í dag brúka meiri tíð til stroymingartænastur, spæl og sosialar miðlar.

Men tá ið børn lesa, so siga teir 8721 næmingarnir í 3.-7. flokki, sum eru spurdir, at tað er tí at vinir teirra, mamma teirra ella ein filmur, sum hava fingið tey til at lesa. Í kjalarvørrinum á kanningini er ein frágreiðing almannakunngjørd, har 28 børn í 6. flokki eru spurd um lesivanarnar, og hvat fær tey at lesa. Her siga børnini, sum verða spurd, at tey kunnu verða freistað at taka eina bók av hillini, um vinir teirra mæla teimum til tað. Orsøkin til tað er, at vinir eru góðir og álítandi bókmentamiðlarar, sigur Henriette Romme Lund, sum er fakligur ráðgevi á Nationalt Videncenter for Læsning og ein av granskarunum, sum stendur aftan fyri kanningina.

- Ein vinur veit, hvørji áhugamál tú hevur, og ein vinur roynir ikki at fáa teg at lesa nakað, sum viðkomandi ikki stendur inni fyri. So børnini stóla upp á tey tilmælini, tey fáa frá vinum sínum, sigur hon.

Til dømis sigur ein av teimum 28 næmingunum, sum tekur lut í samrøðunum, at honum dámar bókarøðina "Zombiejægerne", sum hann hevur lisið, tí flokslærarin fann bøkurnar til hansara.

- Og so fór eg at lesa tær, og so fortaldi eg vinum mínum, og so fóru øll at lesa hesar bøkurnar og royna at fáa fatur á teimum, sigur drongur í frágreiðingini.

Mamman hevur stóran týdning sum íblástrarkelda, tá ið talan er um lesing.

Í lesikanningini frá oktober 2017 svaraðu 29 prosent av teimum spurdu børnunum, at tað er mamman, sum fær tey at lesa. Sama svar fingu granskararnir burtur úr samrøðunum við teir 28 næmingarnar í 6. flokki.

- Børnini siga, at tað vanliga var mamman, sum fór við teimum á bókasavnið, tá ið tey vóru yngri, at tað er mamman, sum keypir bøkur til teirra, og somuleiðis at tað er mamman, sum sjálv lesur og tosar við tey um tað, tey lesa, sigur Henriette Romme Lund.

Granskararnir hava ikki eitt eintýðugt svar uppá, hví børnini taka mammuna fram sum serliga íblástrarkeldu, tá ið talan er um lesing. Men sambært frágreiðingini kann ein grund vera, at danskar kvinnur lesa oftari bókmentir enn menn.

Granskararnir hava eisini spurt, hvat børnunum dámar at lesa. Kvantitativa kanningin vísti, at nógvum børnum dámar best stuttligar bøkur umframt fantasi- og science fictión-bøkur. Bøkur, sum eru partur av eini røð, eru væl umtóktar, sigur lesigranskari og ph.d. í lesivanum hjá børnum, Stine Reinholdt Hansen frá Læremiddel.dk.

- Tað hevur nógv at siga fyri børn, at tey koma inn í eitt vælkent univers, og at tey kunnu verða har í langa tíð. Tað kenna tey aftur, tí tey eru von at hyggja at filmsrøðum, sigur hon.

Orsøkin til, at summar av bókunum eru so væl umtóktar hongur saman við, at tær verða væl marknaðarførdar á internetinum, sigur Stine Reinholdt Hansen.

- Av tí at børnini brúka so nógva tíð á netinum, er vitanin hjá teimum til bøkur merkt av tí, tey síggja har, sigur hon.

Kelda: www.mx.dk/nyheder

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.