Tíðindi


Málmenning á byrjanarstigi

Millum átta og 10 næmingar – tilflytarabørn – í Eysturskúlanum hava fingið 10 tímar í málmenning á tímatalvuna um vikuna, men enn er henda málmenning á byrjanarstigi, sigur Petry Hádal Johansen, serlærari í Eysturskúlanum

11. oktober 2017

- Vit dugdu at síggja, at hetta er ein trupulleiki hjá púra vanligum børnum við vanligum førleika til at læra, men tað er bara málið, sum er ein forðing.

Petry Hádal Johansen, serlærari, sigur, at hesi børnini eru ymsastaðnis frá. Onkur hevur asiatiska mammu, pápin siglir úti, onkur hevur malaisiska mammu. Í øllum førum eru hetta asiatar sum heild, haðan mammurnar eru. Í onkrum føri er pápin heima, men tey tosa enskt heima. Í summum førum siglir pápin úti ella er við føroyskum fiskiskipi. Pápin er ið hvussu er ikki heima, so børnini tosa málið hjá mammuni heima.

- Tey eru øgiliga spent – halda tað vera so spennandi at tosa føroyskt og eru við upp á at rætta, men so koma vit til bendingar og alt sovorðið, nútíð og tátíð og eintal og fleirtal, sigur Petry, sum staðfestir, at tað er eitt nokkso fjart fyribrigdi hjá teimum. Og at hetta er málmenning á byrjanarstigi vísir seg við tí, at tey eru slættis ikki komin til bendingarlæru enn.

Beint nú ræður tað um hjá tilflytarabørnunum at klára seg í gerandisdegnum, at klára seg í spæli. Petry og starvsfelagi hennara, Joanna Johansen, sum eisini undirvísir tilflytarabørnum, kunnu geva teimum eina bók, her ávís orð kunnu vera avgerandi fyri, um hetta er ein góð bók ella ein vánalig bók hjá børnunum.

Petry og Joanna eru áhugaðar í lesing í sambandi við hesa málmenning soleiðis at tað, at børnini ikki skilja orðini er ein forðing fyri, at tey skulu gerast góðir lesarar.

- Tey eru sum sagt púra vanlig børn við vanligum førleika, sum ikki kenna orðini, sigur Petry. Børnini hava ongantíð hoyrt orðini og hava sostatt ongantíð brúkt tey. Serlærarin heldur, at hetta er rættiliga spennandi.

Hon sigur, at higartil hevur undirvísingin gingið heilt væl. Hon sigur skilliga við tey, tá ið hon rættar tey, so er tað ikki tí, at tey siga nakað skeivt, men tí at tey kunnu siga tað betri upp á ein annan máta. Børnini rætta seg sjálv longu nú eftir nakrar fáar vikur við hesi málmenningini. So tey eru sambært Petry kanska væl á veg móti tí, sum ætlanin var.

Men tey hava ikki akkurát funnið tann skilabesta vegin, um nettupp tann vegurin – mátin – er tann skilabesti. Um tann mátin er til.

- Børnini eru so ymisk, men tey halda, at tað er stuttligt at læra, og tað er so altíð eitt gott grundarlag – at tað er stuttligt at læra.

Myndin:
Petry Hádal Johansen, serlærari í Eysturskúlanum, sigur, at beint nú ræður tað um hjá tilflytarabørnunum at klára seg í gerandisdegnum. Enn eru tey á byrjanarstigi í undirvísingini í málmenning

Tekstur og mynd: Sonne Smith


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.