Tíðindi/Greinar

08.01.2021

Løn og strembanin eftir hóskandi arbeiðsumstøðum

Allir limir Føroya Lærarafelags fara nú 2,05% upp í løn. Carl Eli Nolsøe Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Tá ið talan er um sáttmálasamráðingar hugsa vit natúrliga einamest um lønina, men hugt verður sjálvandi eisini allatíðina at øðrum umstøðum og økjum, sum betra um okkara arbeiðsumstøður.

Viðvíkjandi arbeiðsumtøðum kann nevnast tímar til ráðlegging, sum tíverri eru fækkaðir sum heild seinnu mongu árini. Eisini er ynskiligt, at flokslærarar fáa fleiri tímar til samskifti og samstarv. Bæði til trivnaðararbeiði og samskifti við næmingar, foreldur og aðrar lærarar.

Hækkingin í tølum

Tá ið vit næstu ferð fáa løn seinast í januar mánað, verður byrjanargrundlønin 28.051 kr., og endalønin verður nú 36.369 kr. Hvør lærari er tvey ár á hvørjum lønarstiga, og ein kemur á endaløn, tá ið ein hevur arbeitt sum lærari í 12 ár og fer í gongd við 13. árið.

Umframt lønina, fær hvør sáttmálasettur lærari 17% í eftirlønargjald, sum fer til eftirløn og tryggingar.

Lønin fram til 01. oktobur 2021:   

Ár              Grundløn

1-2 árið:     28.051,73 kr.

3-4      :      29.259,28 kr.

5-6      :      30.566,89 kr.

7-8      :      31.983,42 kr.

9-10    :      33.516,80 kr.

11-12  :      35.178,31 kr.

13. árið til: 36.369,44 kr.

Núverandi sáttmálaskeið gongur fram til 01. oktobur 2022, men 01. oktobur í ár hækkar lønin aftur við 1,25%, sum merkir, at byrjanarlønin verður 28.401,73 kr. og endalønin verður tá 36.824,50 kr.

Fyrstilærarar, varastjórar og stjórar hava eina aðra lønarskipan, har tað er býtt upp eftir m.a., hvussu nógvir næmingar eru á skúlanum.

Endalønin og betri umstøður til trivnað

Vit eiga at arbeiða fyri at fáa ein lønarstiga aftrat til lærarar á endaløn, og hetta verður helst eitt ynski hjá einari komandi nevnd. Til ber vanliga at býta lønarkarmin út á ymsu stigarnar, sum vit ynskja. Men vit eiga at stremba enn longri við at lyfta endalønina enn meira, heldur enn at styrkja hana við at taka frá teimum á lægru stigunum.

Trivnaðarøkið eigur somuleiðis at styrkjast. Hugsi serliga um flokslæraran, sum mangan verður ovbyrjaður við uppgávum, har tíðin og orkan ikki røkkur. Vit ynsktu í fjør, at flokslærarar fingu fleiri tímar skrásettar fyri hvønn næming, men tað var sum at rópa um hjálp á víðopnum havi: Einki svar, eingin fatan og eingin hjálp.

Somuleiðis eigur tað ongantíð at verða settar forðingar, at flokslærarin eitt nú fer á ein árligan seturskúla. Tað er so ómetaliga gevandi fyri flokstrivnaðin, og hetta brýtur eisini frá gerandisdegnum.

Gleðiligt er, at Nám hevur sett ein trivnaðarráðgeva. Vónandi fer ráðgevin bæði at veita íblástur til flokslærarar og varpa ljós á økið og vónandi styrkja økið óbeinleiðis og beinleiðis, soleiðis at ein hjáveiða verður, at flokslærarin fær hóskandi arbeiðsumstøður.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan