Tíðindi

Læring í ringrás

PLF-arbeiðshátturin er eitt svar til tær avbjóðingar, sum vísa seg í teirri gransking, sum Jóhannes Miðskarð, granskari, hevur gjørt í Føroyum

24.09.2020

PLF-arbeiðshátturin er ein spennandi máti at hugsa skúlan, og í løtuni eru tað nakrir skúlar, sum lutvíst og heilt hava skipað skúlan sambært hesum leistinum. PLF, sum stendur fyri professiónellur lærandi felagsskapur, tekur seg nógv fram í Norðurlondum í løtuni. Arbeiðshátturin hevur til endamáls at hugsa læring og læruúrtøkuna hjá einstaka næminginum í eini ringrás, og at allir lærararnir í skúlanum arbeiða saman í toymum, har teir leggja til rættis og eftirmeta undirvísingina.

- PLF-arbeiðshátturin er ein roynd at fáa ein heilan skúla at ganga í somu takt og hava felags stev. Hesin arbeiðshátturin fer fram í øllum liðum í skúlanum; hvussu skúlastjórin samstarvar við varaskúlastjórarnar, hvussu leiðslan samstarvar við lærararnar, hvussu lærararnir samstarva sínámillum, í toymum, tvørtur um toymi, tvørtur um deildir, tvørtur um lærugreinir og so framvegis. Ein grundleggjandi hugsan aftan fyri henda arbeiðsháttin er eisini at gera sær far um, at skúlin er ikki avbyrgdur, men partur av eini størri skipan, tað er lógarverki, krøvum, hugsanum og so framvegis. PLF-arbeiðshátturin er tí eitt rættiliga ítøkiligt úrslit av, at leiðsla av læring er ein stór og samansett skipan. Tað eru eisini aðrir líknandi arbeiðshættir, eitt nú PLN, sum stendur fyri professiónelt lærandi netverk, sum merkir, at nakrir skúlar, sum hava felags avbjóðingar, verða bólkaðir saman, og so verða avbjóðingarnar, teir hava, kannaðar, og síðan ein leistur funnin at arbeiða við avbjóðingunum. Síðan verður hetta roynt, eftirmett og bøtt. Skúlastjórin í einum slíkum samstarvi er tann, sum heldur øllum í gongd. Sama hvør skipan er galdandi, so er treytin, at øll taka undir við hugsanini aftanfyri, og at øll arbeiða sambært ætlanini. Tað krevur eisini tol, tí tað tekur tíð at leggja um frá einum máta at arbeiða til ein annan í einum skúla.

Jóhannes Miðskarð heldur ikki, at PLF-arbeiðshátturin ger seg inn á metodiska frælsið, sum flest allir lærarar hámeta.

- Arbeiðir tú sambært PLF-arbeiðsháttinum, so sleppur tú undan at standa einsamallur við øllum, og tú fert burtur frá at hugsa ein lærari, ein flokkur, ein lærugrein í einari stovu og so framvegis. At hvør einstakur lærari fyrr læt hurðina aftur til stovuna og einsamallur ráddi fyri, hvat gekk fyri seg innan fyri teir fýra veggirnar, var ein skipan, sum riggaði í sjeytiárunum. Henda skipanin riggar ikki í dag í tíðini, vit nevna seinmoderniteturin, har vit hámeta egin virði, og har øll vilja sítt. Vitan broytist, arbeiðshættir broytast, tøknin mennist, og mítt uppáhald er, at heldur lærarin fram við at avbyrgja seg inni í stovuni og einsamallur vilja ráða har, so bukkar hann at enda undir, tí trýstið verður so ómetaliga stórt. Tað er betri fyri allar partar at vera saman um eina lærutilgongd enn at standa einsamallur fyri henni; tað elvir til minni strongd, tú fært fleiri eygu á næmingarnar, á avbjóðingar, sum teir hava, og á undirvísingina sum heild, á sosiala mynstrið, sum ger seg galdandi í flokkinum, á trivnaðin sum heild og so framvegis. Sjálvt um ábyrgdin fyri undirvísingini verður meiri kollektiv, merkir tað tó ikki, at allir lærarar skulu brúka eina og somu metodu. Eitt nú kann eitt læraratoymi, sum hevur tríggjar flokkar í sama árgangi í somu lærugrein, gera avtalur um, hvussu teir læra næmingarnar tað ymiska, ið skal lærast; teir avtala ein yvirskipaðan hátt og nøkulunda sama undirvísingartilfar, men hvussu teir so undirvísa í smálutum hvørjum flokki og hvørjum einstøkum næmingi sær, kann vera ymiskt. Velja lærararnir yvirskipað at arbeiða upp á sama máta, ber nógv betur til at samskifta neyvt, tí tað ber til at taka støði í reaktiónum frá næmingunum um tað sama, og eftirmetingin tvørtur um flokkarnar verður lættari at samskifta um. Tá kunnu lærararnir samanbera úrtøkuna hjá øllum næmingunum í øllum trimum flokkunum út frá sama útgangsstøði. Eitt læraratoymi um tveir flokkar kann eisini avtala at býta uppgávurnar millum sín, soleiðis at annar lærarin ger eina undirvísingargongd í einum evni og undirvísir í tí, og hin í einum øðrum og undirvísir í tí, og so undirvísa teir í flokkunum hjá hvørjum øðrum. At samstarva um undirvísing er so nógv.

Les alla samrøðuna í Skúlablað nr 1, 2020

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.