Tíðindi

Læring kemur ikki av sær sjálvum

- Tað ber ikki til at áseta karmar í einum lógarteksti og vænta, at so hendir stóra broytingin. Tey, sum skulu virka sambært ásetingunum, mugu hava førleikar at útinna arbeiðið. Tað sigur Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum og forkvinna í arbeiðsbólkinum, sum handaði landsstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálum tilmæli um broytingar í fólkaskúlalógini

19.10.2023

Tað er ein sannroynd, at næmingarnir ganga í skúla stóran part av barna- og ungdómslívinum, og tí er umráðandi, at fólkaskúlaskipanin verður stuðlandi og kveikjandi, so næmingarnir trívast og fáa roynt sítt hugflog, forvitni, skapanarevni og evni at læra, staðfestir Jenny Lydersen.

- Vit hava ein skilagóðan og virknan ungdóm, so vit kunnu helst eisini viðurkenna, at vit hava ein góðan fólkaskúla. Næmingarnir eru sum heild væl fyri og halda væl saman. Tó er tað ein partur av næmingunum, sum kennir seg einsamallan og hevur ilt við at trívast. Teimum skulu vit eisini møta í skúlanum. Tað sigur seg sjálvt, at henda uppgávan krevur nakað eyka, og vit skulu tí bæði fáa fleiri hendur og fáa næmingatalið niður í stóru flokkunum, um lærarin skal røkka øllum næmingunum.    

Samstundis vísir Jenny Lydersen á, at tá ynski veruliga er um at broyta fólkaskúlalógina og harvið skúlan, so skulu lærarar eisini verða førleikamentir at taka stóru uppgávuna á seg.

- Tað ber ikki til at áseta karmar í einum lógarteksti og vænta, at so hendir stóra broytingin. Tey, sum skulu virka sambært ásetingunum, mugu hava førleikar at útinna arbeiðið. Vit hava útbúnar lærarar í øllum skúlum og hava ikki læraratrot, sum í flestu Norðurlondum, men vit hava ikki veitt lærarum umstøður fyri drúgvari førleikamenning ella fakligari menning í einstøkum lærugreinum og arbeiðsháttum seinastu árini, so her er neyðugt, at átøk verða sett í verk. Aftrat hesum skulu vit ikki gloyma foreldrini, sum sjálvsagt eiga at vera holli stuðulin hjá skúlunum, tí gott foreldrasamstarv er grundleggjandi fyri arbeiðið í skúlunum, at tey halda næminginum til og virka í felag við skúlan.

- Vit læra ikki stórvegis, um vit ikki trívast, og vit orka ikki at læra, um vit ikki hava tað gott. Tað er so nógv meira spennandi at læra í einum umhvørvi, har vit trívast. Hesi hanga saman, men tað má ikki vera so, at javnvágin skeiklast, tí at næmingarnir tíma ikki í longdini, um teir ikki kenna, at teir fáa nakað burtur úr skúladegnum. Flestu næmingar hugsa ikki bara um trivnað, men teir vilja læra og vera partur av felagsskapinum, og tá ið læringin jú ikki kemur av sær sjálvum, skulu vit tí skapa karmarnar fyri læring, sigur undirvísingarleiðarin á Barna- og útbúgvingarmálaráðnum.

Arbeiðsbólkurin hevur tí í viðgerðini um broytingar í fólkaskúlalógini lagt dent á, at karmarnir í fólkaskúlanum verða skipaðir soleiðis, at fólkaskúlin í øllum sínum virksemi skal hava umstøður og førleika at hava fyrilit fyri bæði trivnaði og læring hjá tí einstaka við tí sjónarmiði, at læring og trivnaður óloysiliga hanga saman. Lærararnir skulu røkka einstaka næminginum, samstundis sum vit skapa rúm fyri einari fjøltáttaðari undirvísing.

Tóra við Keldu skrivaði greinina. Les alla samrøðuna við Jenny Lydersen í Skúlablað nr 4, 2023


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.