Tíðindi

Lærarin má leggja upp fyri vantandi orðfeingi

Skal eg røkka øllum næmingum, er tað ein fortreyt, at eg lesi tekstin upp fyri næmingunum. Tað sigur Jacoba Lervig, lærari í Eysturskúlanum í Havn

20.10.2021

Næmingarnir í hádeildini eru líka ymiskt fyri, sum næmingarnir, ið møta í skúla fyrstu ferð í fyrsta flokki. Tað eru næmingar, sum hava góðar lesivanar og gott mál, og tað eru næmingar, sum als einki lesa og sum hava lítið orðfeingi. Tey, sum lesa og hava gott mál, eru í minniluta, og tað má lærarin í hádeildini hava fyrilit fyri, heldur Jacoba Lervig, lærari í eitt nú føroyskum, søgu og samfelagsfrøði í Eysturskúlanum. Hon hevur verið lærari í meiri enn 20 ár, flestu árini í hádeildini, og seinastu trý árini hevur hon lisið allar tekstir fyri næmingum sínum í øllum lærugreinum, hon undirvísir í. Meðan hon lesur, fylgir næmingurin við í tekstinum, soleiðis at hann fær orðamyndina við, og hann skal lesa tekstin umaftur heima.

- Skal eg leggja upp fyri vantandi lesivanum og vantandi orðfeingi og røkka øllum næmingunum, er tað ein fortreyt, at eg lesi tekstin; eg veit, at aðrir lærarar eisini eru farnir at gera tað. Tað er neyðugt, tí tað eru so nógv orð og hugtøk, næmingarnir ikki kenna, samstundis sum tað er fyri at tryggja, at allir næmingarnir eru við í undirvísingini. Tað hevur stóran týdning fyri flokkin, bæði sosialt og fakliga, at allir onkursvegna eru á jøvnum føti. Tá ið eg lesi tekstin, taki eg orð og hugtøk, sum koma fyri, upp, eins og eg eisini greiði teimum gjølla frá, hvat tað er, sum vit fara at arbeiða við í undirvísingini. Tað kunnu eisini vera undirskilt viðurskifti, sum koma fram í søgum ella lærubókum, til dømis í søgu; viðurskifti ið næmingar kenna lítið og einki til. Tá kann eg greiða frá og biðja teir leita annað tilfar fram um evnið.

Allir lærarar hava sæð næmingar verða útihýstir í flokkinum, tí teir fakliga ikki eru á jøvnum føti við teir, sum duga væl. Hesir verða ikki bidnir at koma í bólk at arbeiða saman við tær, og teir verða eisini settir eftir sosialt. Tað er hjartanítandi at síggja, sigur Jacoba Lervig.

- Av tí, at eg lesi tekstirnar fyri øllum næmingunum, eru allir næmingarnir við, tá ið vit arbeiða við tekstinum í undirvísingini ella í bólkaarbeiði, har spurningar skulu svarast, sum taka støði í tekstinum. Næmingurin, sum fakliga ikki er so væl fyri, kennir tekstin á sama hátt, sum næmingurin, sum er fakliga væl fyri, og hesir kunnu arbeiða saman við spurningunum. Gjørdi eg ikki hetta, vóru tað nakrir næmingar, sum kendu tekstin, men nógvir, sum ikki kendu hann. Undirvísingin hevði rakað ójavnt; ov nógvir næmingar høvdu bara verið til staðar í flokkinum uttan at fáa stórvegis við. Mótbrekkan hevði verið ov stór hjá alt ov nógvum, umframt at samanhaldið hevði verið vánaligt.

Tað er sjón fyri søgn, at tað hevur týdning fyri samanhaldið í flokkinum, at næmingarnir so ella so eru á jøvnum føti fakliga, heldur Jacoba Lervig.

- Tað tænir øllum flokkinum, bæði fakliga og sosialt, at eg lesi tekstin fyri teimum. Allir næmingarnir hava kensluna at kenna tekstin, og teir føla, at teir eru allir javnbjóðis, sama um teir duga væl ella illa at lesa.

Les alla greinina í Skúlablað nr 5, 2021

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.