Tíðindi

Læraraútbúgvingin eigur at fáa útlit fyri hóskandi hølum

Útbúgvingin hevur í hálvt hundrað ár hildið til á Frælsinum í Havn; verandi umstøður eru ein skamblettur fyri útbúgvingina, heldur formaður Føroya Lærarafelags

08.09.2020

Læraraútbúgvingin hevur út av lagi vánalig høli til undirvísingina, og undirvísararnir rúmast ikki í sama bygningi sum tey lesandi, men halda til í einum grannabygningi.

- Eg veit væl, at fígging ikki er sett av á fíggjarlógini til nýggj høli, men Námsvísindadeildin eigur at fáa útlit til, at hetta verður raðfest. Tað hevði klætt landsstýrismanninum í útbúgvingarmálum at givið føroysku læraraútbúgvingini útlit fyri betri kørmum, nú hon fyllir 150 ár. Tað er eisini umráðandi fyri tey, sum starvast har dagliga, at vita, at stovnurin fær hóskandi umstøður um ikki so langa tíð, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags.

Eisini læraralesandi á Námsvísindadeildini vísa á, at hølisviðurskiftini á Frælsinum ikki eru nøktandi. Lesandi hava trupult við at sleppa inn í skúlan at arbeiða eftir vanliga arbeiðstíð, sum lesandi annars kunnu alla aðrastaðni, eisini á Fróðskaparsetrinum.

- Av onkrari orsøk er tað trupult at sleppa inn í skúlan, og so vanta eisini lestrarhøli, tey eru alt ov fá og altíð upptikin. Lesandi á einum universiteti eiga at hava góðar umstøður, og tað hava vit ikki, sigur Sveinur Heinason Rasmussen, læraralesandi á triðja ári.

Læraraútbúgvingin hevur í ár 150 ár á baki. Í hesum sambandi er komandi Skúlablað serblað um læraraútbúgvingina; tað kemur í oktober.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.