Tíðindi

Lærarar samdir um, at tað eru bæði fyrimunir og vansar við at nýta talgild amboð í undirvísingini

484 lærarar ella gott og væl helmingurin av lærarunum, sum arbeiða í fólkaskúlanum, hava svarað 16 spurningum frá Undirvísingarstýrinum um talgilda undirvísing og aðrar spurningar í tí sambandi

09.11.2023

Hesa vikuna er ljóskastarin settur á talgildisbúgving á læraradegi í Norðurlandahúsinum. Allir lærarar fólkaskúlans hava verið til fyrilestrar og á verkstovum um vitlíki, talgilda undirvísing, tøkniførleikar og sum heild fyrimunir og vansar við talgildum amboðum í undirvísingini.

Í forhøllini í Norðurlandahúsinum hava umboð fyri Undirvísingarstýrið víst á úrslit av spildurnýggjari kanning, sum er gjørd millum lærarar fólkaskúlans. Lærararnir, sum hava svarað, arbeiða javnt býtt í øllum deildum fólkaskúlans.

Sambært kanningini hava flestu skúlar leiðreglur fyri kt-nýtsluni í skúlanum; kortini hevur bara triðingurin av skúlunum námsfrøðiliga ætlan fyri kt-førleikar hjá næmingum sínum. Nógv tað vanligasta kt-amboðið, sum lærarar brúka, er ibøkur; á øðrum og triðja plássi koma ávikavist word og power point.

Vanligasti hátturin hjá lærarum at samskifta við foreldur er at senda boð umvegis sms-boð. At senda teldupost og ringja heim verður eisini nógv brúkt. At samskifta umvegis sosialar miðlar er ikki so vanligt sambært kanningini.

Tað fyllir ikki nógv í skúladegnum at læra næmingar at brúka talgild amboð á ein ábyrgdarfullan hátt. Nógv teir flestu lærararnir brúka als ikki tíð ella minni enn hálvan tíma vikuna til tað. 90 av 483 lærarum brúka 1-2 tímar um vikuna.

Tá ið talan er um fyrimunir við talgildari undirvísing, so halda kortini teir flestu lærararnir, at talgildu amboðini kunnu gera undirvísingina fjølbroyttari, og at tey eru stuðlandi í undirvísingini. Teir duga eisini at síggja vansar, og størstu vansarnar halda teir vera, at næmingar hava trupult við at hugsavna seg, at talgildu amboðini kunnu virka við til vantandi kritiska hugsan og vantandi persónliga samveru. Bara heilt fáir lærarar læra næmingar sínar at brúka kjattmenni, og somuleiðis eru fáir lærarar, sum sjálvir brúka kjattmenni at fyrireika undirvísingina. Meiri enn helmingurin av teimum, sum hava svarað, eru stúrnir um, at kjattmenni og vitlíki fara at taka meira yvir í undirvísingini og innlatingum.

Gott og væl helmingurin av teimum, sum hava tikið lut í kanningini, halda, at skúlin, teir arbeiða í, raðfestir kt-nýtslu og kt-førleikar, at teir eru væl fyri at brúka kunningar- og samskiftistøkni í undirvísingini, at teir fáa nøktandi vegleiðing og upplæring í at brúka talgild amboð í undirvísingini og somuleiðis at teir fáa nøktandi vegleiðing í KT-trygd, og hvussu teir handfara trygdarbrot.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.