Tíðindi

Lærarar arbeiða við trivnaði

Tað er gleðiligt at hoyra, at skúlar taka av møguleikanum at fáa Rógva og Vivian at hjálpa við arbeiðinum ímóti happing. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

28.01.2020

Hósmorgunin 23. januar var samrøða í Kringvarpinum við Rógva Dam og Vivian Sjóðklett. Tey arbeiða við happing og trivnaði runt um í skúlunum.

Til tíðir ivist eg í, um man alment heldur, at føroyski fólkaskúlin er tann sami í dag, sum hann var fyri fleiri áratíggjum síðani. Bygningarnir og innrættingin eru nógvastaðini eins og fyrr, men innihaldið í skúlanum er nógv broytt síðani seinastu øld. Lærarar og tey, ið arbeiða í skúlunum, arbeiða dagliga við trivnaðinum hjá einstaka næminginum, samstundis sum nógv verður gjørt fyri, at felagsskapurin bæði í flokkinum og í skúlanum sum heild er góður. Tí hava lærarar eina holla vitan um happing, happingarmynstur, mentanir og trivnað sum heild.

Ímeðan sjóneykan hevur verið sett á happing og trivnað, eru amboðini eisini blivin fleiri. Lærarar hava arbeitt við millum annað Helle Høiby, Trin for Trin, Betri vinir og positivari sálarfrøði. Eisini verður skipað fyri felags upplivingum, hugnaløtum og mongum, mongum øðrum.

Hóast tað ikki kom óvart á meg, so fløvar tað hóast alt at hoyra Rógva Dam siga, at lærarar eru tað reina gull fyri Føroyar, og at støðan kundi verið so ómetaliga nógv verri, um hetta arbeiðið ikki varð gjørt.

Tað kann hava umfatandi negativar fylgir fyri tey, ið uppliva happing í skúlaárunum. Tí er tað gleðiligt at hoyra, at skúlar taka av møguleikanum at fáa Rógva og Vivian at hjálpa við arbeiðinum ímóti happing. Sjálvandi er tað nógv lættari at arbeiða og loysa ymiskar trupulleikar, tá tað eru trý vaksin í flokkinum, sum arbeiða saman um trivnaðin. Tá næmingar, hóast dugnaligar lærarar, kenna seg happaðar í skúlanum, so er tað ikki tí, at lærarar ikki arbeiða við trupulleikanum, men heldur orsakað av, at trupulleikin er størri enn tað, tann einstaki lærarin megnar at loysa. Tí kann tað gerast ein stórur fongur fyri skúlarnar at hava møguleikan at fáa hjálp frá Vivian og Rógva, ið hava holla vitan og góðar royndir við sínum arbeiði.

Um vit skulu basa happing í skúlunum, er tað ikki vist, at vit skulu hyggja at, hvat skal broytast, men kanska er spurningur í nógv størri mun, hvussu fáa vit gjørt nokk av tí, vit longu eru í ferð við. Hvussu fáa vit manna skúlarnar soleiðis, at trivnaðararbeiðið kann gerast til fulnar.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.