Tíðindi

Læraralesandi í Norðurlondum hittast

Læraralesandi í Norðurlondum hava í nakrar dagar verið saman at skifta orð um lærarayrkið. Í dag er síðsti fundardagurin

07.10.2023

Høvuðsevnið á fundinum er: Ein góð byrjan til yrkisleiðina – týdningurin av praktiskum innsløgum í útbúgvingini og innleiðsla til yrkið.

Fundurin er í Stockholm í Svøríki, hann byrjaði fyrradagin og verður liðugur í dag. Svensk læraralesandi eru vertir. Hvørt land sær hevur lagt fram um viðurskifti viðvíkjandi útbúgvingini í sínum landi, til dømis hvussu starvsvenjingin er, hvussu stórur partur av útbúgvingini er praksis, og hvussu nógv er ástøði. Spurningurin um spennið millum praksis og ástøði er eisini viðgjørdur. Somuleiðis hvussu læraralesandi verða leidd inn í yrkið, og um nýklaktir lærarar verða verandi í yrkinum.

Verkstovur hava eisini verið.

Føroya Lærarafelag sendir á hvørjum ári eitt umboð fyri tey lesandi á læraraútbúgvingini á Námsvísindadeildini til NLS-fundin fyri læraralesandi. Í ár hevur tað verið Vernar R. Olsen, ið er læraralesandi á øðrum ári, sum hevur umboðað tey lesandi.

Í fjør var evnið á fundinum “Dygdin í læraraútbúgvingini; lesnaður við møguleika fyri ávirkan ella «próvtøkuverksmiður»”.

Heimasíðan hjá NLS hevur nærri kunning um NLS-fundin fyri læraralesandi: Studerandeforum - NLS


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.