Tíðindi

Lærarafelagið á ferð kring landið

Henda mánaðin ferðast nevndin í Føroya Lærarafelag kring landið at hitta lærarar at umrøða viðurskifti hjá limunum í felagnum

02.11.2018

Á økisfundunum leggur Betri fram um tryggingar, íløguváðar og avkast; dømi verða tikin fram um, hvussu útgjaldini kunnu síggja út sambært eftirlønarlógini. Viðgjørt verður um, tryggingarnar hjá lærarunum nøkta tørvin hjá tí einstaka, um teir hava rættan íløguváða, og um tilskilanin av tryggingum og pensjónum er røtt. Ein tími er settur av til framløguna hjá Betri og spurningar aftaná.

Eftir kaffisteðg leggur formaður Føroya Lærarafelags fram um arbeiðsviðurskifti og virksemisætlanina. Viðgjørt verður, hvussu virksemisætlanin verður gjørt, hvat hon vísir og eisini hvønn, hon verður gjørd til. Undirvísingartíð, fyrisitingartíð og egintíð verða nágreinað. Eftir framløguna er rúm fyri spurningum.

Fyrstu fundirnir hava longu verið, á Sandi 29. oktober og í Vágum 30. oktober. Mánadagin er fundur í Norðstreymoy, har lærarar í Norðureysturoy, Sundalagnum og Norðstreymoy koma saman í Kollafirði. Hósdagin verður fundur í Runavík fyri lærarar í Eysturoy, hósdagin í komandi viku verður fundur í Trongisvági fyri lærarar í Suðuroy, mánadagin 19. november gongur túrurin í Norðoyggjar, har lærarar í Norðoyggjum hittast á Skúlatrøð, og hósdagin 22. november endar rundferðin í Havn, har lærarar í Havn hittast í Læraraskúlahøllini.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.