Tíðindi

Læraradagur um talgildisbúgving

Skráin er fjølbroytt og skal tryggja, at einstaki lærarin kennir seg og sínar lærugreinir aftur og fær brúkt innihaldið í degnum sum íblástur og til víðari menning.

10.10.2023

Síðan 2015 hevur Nám skipað fyri árligum læraradegi, sum er ráðstevna ætlað øllum fólkaskúlalærarum í landinum. Í ár verður læraradagurin í viku 45 (7., 8., og 9. novembur) í Norðurlandahúsinum. Høvuðsevnið er talgildisbúgving. Hugtakið talgildisbúgving hevur seinastu árini fingið ein týðandi leiklut í skúlaverkinum, og hugsan okkara við hesum evninum er at varpa ljós á hugtakið, bæði í breiðum høpi og í undirvísingarhøpi.

Í ár verða tveir høvuðsfyrilestrar, sum eru ætlaðir øllum luttakarunum, og fimm verkstovur/fyrilestrar, sum eru í tveimum umførum, soleiðis at luttakararnir kunnu luttaka á tveimum teirra.

Høvuðsfyrilestrahaldararnir í ár eru Dorte Ågård úr Danmark og Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetrinum.

Dorte Ågård – skíggjar í skúlanum

Dorte Ågård starvast sum sjálvstøðugur námsfrøðiligur ráðgevi. Hon hevur nógv ár á baki í undirvísingarheiminum, hevur undirvíst í samanlagt 25 ár. Eisini hevur hon skrivað hópin av granskingargreinum og bókum. Í árunum 2010-2014 skrivaði hon ph.d.-verkætlan, sum ber heitið Motiverende relationer: Lærer-elev-relationer i gymnasieundervisningen. Fleiri av bókum hennara snúgva seg um sambandið millum lærara og næming.

Í 2021 gav hon út bókina Skærme i skolen – et forsvar for krop, koncentration og fællesskab i et klasserum med digitale medier. Hon vil við bókini varpa ljós á tað, sum hon metir, er tíðarinnar mest átrokandi avbjóðing innan skúlaheimin, nevniliga talgilt órógv. Á kápuni stendur m.a., at økt skíggjanýtsla hóttir læringina hjá næminginum, relatiónina millum lærara og næming og albúgvingina hjá næminginum. Bókin gevur eitt yvirlit yvir meginsjónarmiðini í kjakinum um talgilding og viðger t.d. spurningin um handfaringina av talgildu miðlunum í skúlunum. Í bókini verða tríggjar virðisgrundaðar fortreytir settar upp sum ýti til at gera av, nær tað gevur meining at nýta skíggjar í undirvísingini. Hesi eru kroppur, hugsavning og felagsskapur. Dorte Ågård kemur í bókini við eini nýggjari heildarfatan av, hvussu talgildir miðlar kunnu nýtast munagott og ábyrgdarfult í undirvísingini. Í fyrilestrinum á læraradegnum tekur hon støði í bókini Skærme i skolen.

Martin Tvede Zachariasen – tilgjørt vit í undirvísingini; skulu vit gleða okkum ella vera stúrin?

Martin Tvede Zachariasen tók við sum rektari á Fróðskaparsetri Føroya í januar 2023. Áðrenn tað var hann rektari á IT-universitetinum í Keypmannahavn. Eins og Dorte Ågård hevur hann nógv ár á baki í undirvísingarheiminum. Hann er ph.d. og dr.scient. í teldufrøði og hevur eina breiða vitan um undirvísing og talgilding.

Fyrilesturin hjá Martini Tvede Zachariasen fer serliga at snúgva seg um vitlíki innan undirvísingarheimin. Talgilda tøknin, og serliga vitlíki (AI), fer at broyta kognitiva arbeiðslagið hjá menniskjum í framtíðini. Teldur taka sær longu nú av nógvum kognitivum uppgávum og fara í framtíðini at kunna hjálpa menniskjum við enn fleiri uppgávum. Henda broyting hevur stóran týdning fyri førleikamenning og undirvísing av børnum og ungum. Skulu vit gleða okkum ella vera stúrin?

Fimm verkstovur

Evnini á teimum fimm verkstovunum eru:

Ítøkiligur íblástur til nýggjan talgildan skúlapolitikk, Dorte Ågård

Kt í gerandisdegnum í skúlanum, Sjúrður Juul Ravnsfjall, lærari og kt-vørður

Talgildisbúgving í undirvísingini, Tóri Slættalíð, deildarleiðari í Námi

Tøknilig fatan, Hans Fróði Jensen, Bjørg Akraberg og Trúgvi Hansen, lærarar í Skúlanum á Argjahamri

Skúlanet og kt-trygd, Andreas Simonsen og Djóni á Boðanesi, sum arbeiða við Kervi+ og Skúlaneti

Brot úr longri grein í Skúlablað nr 5, 2023, sum Dorthe Pedersen hevur skrivað. Les alla greinina í blaðnum, sum kemur 25. oktober. 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.