Tíðindi/Greinar

27.10.2020

Longdi armurin hjá felagnum

At menna og útbúgva Álitisfólk hevur stóran týdning fyri lærarar, leiðslur og okkara felag. Carl Eli Nolsøe Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Ein umráðandi partur í okkara virksemi er álitisfólk okkara kring landið. Tey gera teinin millum felagið og limirnar styttri og meira gjøgnumskygdan. Tey eru trygdin fyri, at allir lærarar og allar leiðslur á staðnum fáa neyðuga kunning og fylgja galdandi mannagongdum, m.a. í setanarsamrøðum og viðvíkjandi virksemisætlanini, sum álitisfólk eru væl skúlað í.

Í fleiri førum hava álitisfólk havt tann týðandi leiklutin sum hjásitarar í tvístøðum millum starvsfólk. Hetta kann tykjast ov ábyrgdarfult fyri einstaka álitisfólkið, men ætlanin við hesi uppgávu er als ikki, at álitsfólkið tekur avgerðir ella blandar seg upp í trætumál, men heldur at tryggja, at alt gongur virðiligt fyri seg.     

Álitisfólkaskeið í novembur og desembur

Tann 12. novembur og 3. desembur verða øll 31 álitisfólk okkara kring landið savnað í Havn. Saman við nevndini og umsiting felagsins er ætlanin at styrkja enn meira teirra felagsbond og felagsuppgávu og vónandi verða enn betur ílatin til teirra týðandi leiklut í einstøku skúlunum og økjum.

Eftir ætlan fara vit at viðgera ymisk viðurskifti í arbeiðstíðaravtaluni og virksemisætlanini. Hvørjar uppgávur, skyldur og rættindi álitisfólk hava, er bæði áhugavert og umráðandi at fáa greiðu á.

Eitt evni, ið tíverri fyllir alsamt meira, er strongd hjá lærarum. Ætlanin hjá felagnum er at gera mannagongdir um evnið, og serliga um tað at koma aftur til arbeiðis eftir strongd. Hetta fara vit at viðgera saman við álitisfólkunum

Fjølbroyttar uppgávur

Tann meira formliga uppgávan hjá álitisfólkum er at kunna lærarar og leiðslur um ymiskt, sum felagið biður tey kunna um. Tað, sum helst fyllir mest, er, tá ið leiðslur ella lærarar heita á álitisfólk at vera við í fundum við mótstríðandi pørtum.

Umráðandi er tó, at lærarar og leiðslur vita, at tað ikki eru álitisfólk, ið skulu loysa trætur. Tað er altíð ein leiðsluuppgáva at loysa trætur, sum viðvíkja starvsfólk.

Eitt annað er, at lærarar mangan venda sær til álitisfólk at spyrja um ymiskt viðvíkjandi arbeiðsviðurskiftum. Tá hevur tað týdning, at álitisfólk hava eina ávísa vitan. Er spurningurin ov trupul at svara, so ber altíð til hjá álitisfólkum at spyrja nevndina, og síðan geva lærarum eitt svar.

Álitisfólk fáa eitt fast tímatal í virksemisætlanini (24 tímar) umframt tímar fyri hvørt starvsfólk (1,5 tíma fyri hvørt starvsfólk). Somuleiðis fáa tey árliga farloyvi í tveir dagar við løn, sum verða brúktir til álitisfólkadagar. Og hesir verða nú í novembur og í desembur.

Álitisfólkaval verður aftur í øllum skúlum og økjum komandi vár, og tey valdu verða vald fyri tvey ár. 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan