Tíðindi

Listaleypurin ber list út á skúlar

Seinastu vikurnar hava føroysku listafólkini handan SWAY og EKA- trio vitjað skúlar í Føroyum. Tey hava spælt og sungið fyri næmingum úr 0.-9.flokki í 16 ymiskum skúlum.

20.01.2022

“Tað er gleðiligt og neyðugt at listin kemur út til skúlabørn, eisini í hesum tíðum nú heimsfarsóttin leikar á,” sigur Rannvá Káradóttir, verkætlanarleiðari í Listaleypinum. Børnini og tey ungu eru møguliga tey, ið eru harðast rakt í dagligdegnum, nú korona hevur leikað á í skjótt tvey ár. Tað er týdningarmikið, at listin røkkur innum skúlagátt, og at øll skúlabørn sleppa at uppliva list á høgum listarligum støði.

Komandi mánaðirnir fara 25 skúlar at fáa vitjan av millum annað tekniverkstovum, dansisýningum, animatións- og dukkusjónleiki, films-sýningum við live tónleiki og myndlist.

Síggið filmsbrot tá Sway vitjaði við Listaleypinum fyrr í vikuni: https://vimeo.com/668182279

Stigtakarar:

Uttanríkis- og mentamálaráðið, Norðurlandahúsið í Føroyum, Kommunufelagið og LISA-Listafólkasamband Føroya.

Samband:

listaleypurin@listaleypurin.fo

Rannvá Káradóttir mobil: 277747

Verkætlanarleiðari /project coordinator


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.