Tíðindi

Lesingin er ment seinnu árini

Tað heldur Sylvia Thomsen, lærari, sum eisini er serlærari; hon hevur gjørt lesiroyndir við næmingum í nøkur ár. Hon heldur Súluna vera gott tilfar og fegnast eisini um nýggju bókina, Finka. Tó haltar við tilfarinum í miðdeildini, metir hon.

28.10.2020

Sylvia Thomsen, serlærari, hevur í nøkur ár staðið fyri at gera lesiroyndir við næmingum í innskúlingini í Vágs Skúla. Hon fegnast um gongdina og metir, at lesingin hjá børnum er í menning.

- Fyrr høvdu vit sonevndu ol-kanningarnar. Nú nýta vit súlutilfarið, og alt verður skrásett á teldu. Hetta er telduskipan, sum fólkini aftan fyri súlutilfarið hava gjørt. Ein hevur greitt yvirlit yvir einstøku næmingarnar, og ein sær, hvat vantar, til dømis ljóð ella samanseting av ljóðum. Næmingurin kann so fáa rætta tilfarið. Tað er lættari nú enn fyrr at síggja, hvørjir trupulleikar eru, sigur Sylva Thomsen.

Í 3. flokki verða orðblinda-skanningar gjørdar, so setast kann inn eftir tørvi.

- Lærarin má hjálpa næminginum at fáa rætta tilfarið, tí tað skal heldur ikki vera alt ov lætt, sigur Sylvia Thomsen.

Haltar í miðdeildini

- Tað haltar, tá komið verður í miðdeild, tá tað snýr seg um tilfar, sigur Sylvia Thomsen.

- Yvirhøvur er lítið tilfar, sum kann halda næmingunum til, so haldast kann fram við góðu gongdini. Krabbabøkurnar eru góðar, men annars haltar við tilfarinum í føroyskum í miðdeildini, sigur Sylvia Thomsen.

- Yvirgongdin frá innskúling til miðdeild er ov knøpp, tá tað snýr seg um tilfar. Hetta stuðlar ikki undir góðu lesitilgongdina. Tað skal ikki bara vera lætt, men yvirhøvur vantar okkum góðar bøkur, sum siga næmingunum okkurt, sum teir kenna seg aftur í. Eisini vantar mállærutilfar í miðdeildini, metir Sylvia Thomsen.

Gongur framá

- Lesingin er ment seinnu árini. Tað gongur framá. Her er súlutilfarið gott og stuðlar undir góðu gongdina. Ein kann fara beint eftir trupulleikanum og finna hóskandi tilfar. Hetta skal hvørki vera ov lætt ella ov torført, sigur Sylvia Thomsen.

- Tað er umráðandi, at næmingurin ikki missir mótið, og har er tað gott, at tað er lætt at finna fram til trupulleikarnar, so farast kann beinleiðis eftir teimum. Eisini er nýtt tilfar komið, og Finka er góð, og eisini har ber til at finna fram til trupulleikarnar og at fara beint eftir teimum, sigur Sylvia Thomsen, sum fegnast um góðu gongdina, tá tað snýr seg um lesing hjá børnum.

Tekstur og mynd: Dagfinn Olsen

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.