Tíðindi

Lesing í frítíðini er ein felagsábyrgd

- Skúlin greiða foreldrum frá, hví lesing er so góð fyri børnini, siga lesivegleiðarar

14.11.2018

Tíðum verður sagt, at føroysk børn lesa alt ov lítið. Ofta verða børnini hildin til bøkurnar tey fyrstu skúlaárini; fleiri av børnunum dámar tá væl at lesa, og tey gera tað eisini í frítíðini. Tá børnini koma upp í eldru flokkarnar verður tó munandi minni gjørt fyri at fáa børnini at lesa. Tey gera tað ikki longur av sær sjálvum og lesa einans tað, sum tey eru noydd til. Pálin Olsen, lesivegleiðari, er ikki í iva um, at heim og skúli hava eina felagsábyrgd á hesum øki, og at steðgað verður ov tíðliga við at krevja av børnunum, at tey lesa.

Kjakast verður ofta um, hvørt skúlin eigur at blanda seg uppí, um børn lesa í frítíðini ella ikki. Um hetta siga lesivegleiðararnir, at skúlin nokk ikki eigur at fara og kanna og eftirmeta, hvussu nógv hvørt barnið hevur lisið í summarferiuni. Heldur kann skúlin greiða foreldrum frá, hví lesing er so góð fyri børnini og geva teimum uppskot um, hvussu tey kunnu eggja børnum sínum til at lesa.

Lesivegleiðararnir siga, at hugurin hjá yngru børnunum at lesa kann kveikjast við upplestri og við at lesa saman við teimum. Tá børnini gerast eldri, er besti mátin at kveikja lesihug teirra at áhaldandi at halda tey til bøkurnar og eggja teimum at lesa sjálv við til dømis at viðmæla ymsar bøkur, sum kundu verið áhugaverdar fyri barnið.

Annika Høj sigur tað vera týdningarmikið at minnast til, at tað eru ikki øll børn og ung, sum tíma at lesa bøkur, hóast tey hava lisið tað, sum hevur verið kravt av teimum frá heimi og skúla. Lesivegleiðararnir leggja dent á, at barnið skal sleppa at lesa tað, tað hevur hug til. Um barnið hevur hug at lesa teknirøðir, lættisoppabløð, greinar á netinum, faktabøkur ella stuttsøgur, um tað so vil lesa á føroyskum, donskum ella enskum, so skal tað sleppa tað. Týdningarmikið er hjá lærarum og foreldrum at hava í huga, at øll lesing kann fremja lesigleði og lesimenning, og so leingi sum barnið lesur av egnum huga, er nógv vunnið.

Mynd: Ólavur Frederiksen

Les alla samrøðuna við lesivegleiðararnar í Skúlablaðnum, sum kom í oktober.

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.