Tíðindi

Lesing fyri sálarheilsuna

Fólkaheilsuráðið skipar fyri tiltaki á Býarbókasavninum í Havn

9. oktober 2019

Í annaðkvøld, 10. oktober klokkan 19.30 verður tiltakið "Les fyri sálarligu heilsuna" á Býarbókasavninum í Tórshavn. Tá ber til at hoyra, hvønn týdning og ávirkan lesnaður hevur á sálarligu heilsuna. 


Sissal Rasmussen, exam.art. í føroyskum, cand.mag í audiologopedi og Ph.D.-lesandi og Lydia Didriksen, lærari, skúlabókavørður, rithøvundur og námslektari, hava fyrilestur um lesnað og sálarliga heilsu. Monika Mohr úr Fólkaheilsuráðnum hevur eisini framløgu um ABC fyri sálarliga heilsu.

Øll eru vælkomin! 

#vervirkin #versaman #verhugbundin#abcfyrisálarligaheilsu #abcvika

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.