Tíðindi/Greinar

28. september 2017

Lat næmingarnar hugsavna seg í skúlanum

Gerandisdagurin í skúlanum er livandi og fullur av alskyns virksemi. Virksemi er broytt við tíðini, og rákið hevur verið í eina tíð, at fleiri og fleiri uppgávur verða álagdar lærarum og næmingum. Seinasta dømið er avgerðin at fáa samfelagsfrøði inn í 7. flokk. Eg ivist í, um hetta er ein gongd leið fram ímóti einum betri fólkaskúla. Jacob Eli S. Olsen, næstformaður Føroya Lærarafelags, skrivar

Sjálvt um skúlin hevur fingið fleiri uppgávur álagdar, so er tó størsti partur av arbeiðinum í skúlanum arbeiði í einstøku lærugreinunum. Tað arbeiði er neyvt lýst í námsætlanini við endamálsorðing, støðisførleikum og fakligum førleikamálum til hvørja lærugrein. Mínar royndir og fatan er, at av hesum trimum eru tað fakligu førleikamálini. ið fáa størst pláss í undirvísingini.

At lærarar geva fakligu førleikamálunum í lærugeinini stóran ans er gott, tí at tað er teirra uppgáva, sum hon er lýst í námsætlanini. Men eg ivist í, um tað er skilagott, at tað eru so nógv faklig førleikamál nevnd í hvørji lærugrein. Á 9. floks-stigi eru 29 faklig førleikamál í landafrøði til 2 tímar um vikuna og 44 í alis- og evnafrøði til 3 tímar um vikuna. Hetta viðførir, at um lærarar skulu náa at viðgera øll førleikamálini í undirvísingini, so er ov lítil tíð til hvørt fakøki. Lærarin fær ikki farið fakliga í dýpdina við næmingunum, og tað er ein trupuleiki.

Á forbundsseminarinum í Oslo hjá NLS í ár hevði norski professarin frá Universitetinum í Oslo, Sten Ludvigsen, ein fyrilestur um týdningin av, at næmingar fáa høvi til at fara í dýpdina fakliga í arbeiði sínum í skúlaum. Hann grundgav fyri, at læruúrtøkan hjá næmingunum í einstøkum evnum er tengd at tíðini, ið tey arbeiddu við evnunum, og fyri at næmingarnir kundu náa tað hann nevndi “dybdelæring”, ið hann metti sum ein treyt í framtíðarskúlanum.

Norska undirvísingarmálaráðið hevur tikið hesi ráð til sín, og tey eru í nú ferð við at broyta námsætlanir sínar. Ein av stóru broytingunum í nýggju námsætlanunum verður, at talið á fakligu førleikamálunum verður væl minni. Hetta vilja tey gera, so lærararin kann dvølja longur við hvørt evni, og at næmingarnir kunnu hugsavna seg um sama evni í longur tíð og á tann hátt fáa eina dypri fatan av evninum.

Námsætlanirnar hjá okkum hava nøkur ár á baki. Tá ið tær komu, hjálptu tær at gera fakligu málini í lærugreinini sjónligari. Eg haldi tó, at hesi fáa ov stórt pláss í lærugreinunum, og at hetta forðar næmingunum í “dybdelæring”. Tí haldi eg, at tíðin er komin at endurskoða okkara námsætlanir, og sum íblástur til hetta arbeiði kunnu vit læra nógv við at fylgja við royndunum, ið tey gera í Noregi í løtuni.

Framløguskrá hjá professara Sten Ludvigsen, frá Department of Education á Universitetinum í Oslo: http://nls.info/arkiv.html?directory=3175 (Presentation Sten Runar Ludvigsen.pdf)

Leinkja til síðu við norsku námsætlanunum:

https://www.udir.no/utdanningslopet/grunnskole/


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan