Tíðindi/Greinar

15.02.2023

Lat læraran undirvísa

Tað er næstan ikki tann stovnur ella felagsskapur, sum ikki ætlar sær inn í skúlan. Tórhallur við Gil, næstformaður Føroya Lærarafelags, skrivar

Í fólkaskúlanum skulu fólkaskúlalærarar undirvísa. Tað skuldi verið so sjálvsagt, men í seinastuni hevur rákið verið, at aðrir starvsbólkar, felagsskapir og stovnar koma inn í fólkaskúlan at undirvísa í onkrum ávísum. Og ofta tykist tað, sum eru hurðarnar í fólkaskúlanum víðopnar, og øll, sum vilja, sleppa inn um fólkaskúlans gátt og harvið inn á lærarans øki. Er tað tað, vit vilja, ella er tað kanska soleiðis, at øll hendan servitan, sum vil sleppa inn í fólkaskúlan, longu er har frammanundan?

Tí fólkaskúlalærarin skal ikki forsmáast. Hann dugir sítt handverk. Eitt handverk, sum fevnir um allar teir tættir, sum børn í fólkaskúlanum skulu undirvísast í, og av tí sama skuldi ikki verið neyðugt, at onnur javnt og samt skulu inn í skúlan at undirvísa. Vitanin og førleikin eru longu har.

Tað er næstan ikki tann stovnur ella felagsskapur, sum ikki ætlar sær inn í skúlan. Í síðstu viku var vika 6, og sum vera man fylti hetta nógv í kringvarpi og á sosialum miðlum. Og niðurstøðan tyktist vera púra greið. Onkur uttanífrá mátti sleppa inn í skúlan at hava seksualundirvísing. Onkur annar mátti sleppa inn skúlan at taka um endan, tí lærararnir megnaðu tað ikki. Hetta tyktist í øllum førum at vera óalmenna niðurstøðan, sum kundi lesast ímillum reglurnar. Og tað er púra burturvið! Sjálvandi duga t.d. lívfrøðilærararnir at røkja hesa uppgávu til lítar. Og tað gera teir samvitskufult. Hvønn einasta dag.

Eitt annað dømi var, tá ið ein peningastovnur knappliga mátti sleppa inn í skúlan at greiða næmingum frá peningaviðurskiftum, rentu og øðrum. Hví tað? Man tað ikki vera soleiðis, at lærarar í støddfrøði ella samfelagsfrøði undirvísa í hesum viðurskiftum? Lærarar, sum eru útbúnir til at undirvísa, og við allari virðing fyri t.d. bankafólkum, so er tað altso lærarin, sum er á heimavølli, tá ið tað snýr seg um at undirvísa. Tann síðsta krúllan í hesum sambandi var so tann, at sagt varð, at talan var ikki um nakað lýsingaátak hjá bankanum. Eg meini tað.

Sjálvandi skal fólkaskúlan fylgja við tíðini og vera áhugaverdur hjá næmingunum, og tí er eisini neyðugt, at næmingarnir sleppa at uppliva ymiskt, sum brýtur eitt sindur frá vanliga skúladegnum. Ætlanin við hesum reglunum er heldur ikki siga, at fólkaskúlanæmingar ikki skulu sleppa at hava øðrvísi skúlaupplivingar. Tí sjálvandi skulu teir tað, og tað gera teir eisini. Kanska kundu vit tó viðhvørt stungið fingurin í jørðina, áðrenn vit glaðbeint lovaðu øðrum inn í skúlan at undirvísa.

Fólkaskúlalærarin er tann, sum er útbúgvin at undirvísa í føroyska fólkaskúlanum, og tað má ongantíð undirmetast.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan