Tíðindi/Greinar

16. oktober 2018

Løn, arbeiðsumstøður og framtíðin

Tá ið næsta mánaðarlønin kemur, eru allir lærarar farnir 2,5% upp í løn. Carl Eli Nolsøe Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Tá ið talan er um sáttmálasamráðingar, hugsa vit einamest um lønina. Tað er natúrligt. Vit fegnast um lønarhækkingina, men hinvegin hyggja vit eisini alla tíðina eftir øðrum umstøðum, sum ger okkara arbeiðsumstøður betri. Hetta er ein tilgongd, ið ongantíð tykist at enda, og soleiðis skal tað eisini vera.

Hækkingin í tølum

Viðvíkjandi lønarhækkingini nú í oktobur, so merkir hon ein hækking á 775 kr. um mánaðin í miðal, um vit meta, at miðallønin fyri allar lærarar og leiðslur er umleið 31.000 kr.

Nágreiniliga kunnu vit rokna okkum fram til, at ein lærari á byrjanarløn fær nú 670 kr. meir um mánaðin, ella 8040 kr. um árið, meðan ein á endaløn fær 869 kr. meir um mánaðin ella 10.425 kr. um árið.  

Fyri summum kann hesin munurin tykjast órættvísur, men vit eru so fá ár á byrjanarløn og á lægru stigunum, men hinvegin so øgiliga nógv ár á endaløn.

Byrjanargrundlønin er nú nærum 27.000 kr., og endalønin táttar í 35.000 kr, eftir at ein hevur arbeitt í 12 ár sum lærari. Hvør lærari er tvey ár á hvørjum lønarstiga. Núverandi sáttmáli gongur fram til 01. oktobur 2019.

Lønin fram til oktobur 2019:   

Ár                   Grundløn

1-2 ár  :         26.802,09 kr.

3-4      :         27.955,84 kr.

5-6      :         29.205,21 kr.

7-8      :         30.558,63 kr.

9-10    :         32.023,70 kr.

11-12  :         33.611,19 kr.

13 og meiri : 34.749,26 kr.

Fyrstilærarar, varastjórar og stjórar hava eina aðra lønarskipan, har tað er býtt upp eftir m.a., hvussu nógvir næmingar eru á skúlanum.

Endaløn, leiðslutíð- og løn

Nevndin fór til samráðingar í 2017 við tí í hyggju at styrkja okkara løn og arbeiðsumstøður sum heild. Vit ynsktu løn í prosentum, tí ein sannroynd er, at flestu lærarar og limir okkara eru á endaløn og har viga prosentir meir enn eitt fast krónutal. Nýbyrjaðir lærarar fáa nú hinvegin 40 tímar á virksemisætlanina til samstarv og samskifti við akkerslærarar.

Vit meta framvegis ikki, at eitt nú fyrstilærarar á lítlum skúlum fáa nøktandi løn í mun til arbeiðsumstøður og ábyrgd, og tískil ynsktu vit eisini at styrkja tað økið. Prosent í lønarhækking bøtti nakað, men vit eiga at styrkja arbeiðstíðina og lønina hjá leiðslum.

Vit eiga eisini at hyggja at og arbeiða fyri at fáa ein lønarstiga aftrat til lærarar. Tað er lættari sagt enn gjørt, men tað er í øllum førum eitt ynski hjá okkum.

Nøkur ógreið øki

Greitt er, at nøkur øki liggja í tungum sjógvi sum nú er. Eitt nú KT-økið, sum MMR tykist at hava gloymt viðvíkjandi KT-arbeiðstíðini og eftirútbúgvingum. Eisini mugu vit fáa MMR og nýggja Undirvísingarstýrið at lurta og skilja, at førleikastovur kring landið hava átikið sær leiðsluleiklutin á summum økjum og eiga tí at lønast fyri tað. Hetta eru mál, sum vit eiga at fáa avgreitt í friðartíð.

Vit hava javnan fundir og samskifti við okkara mongu undirfeløg, umframt okkara álitisfólk, so vit vita, hvat lærarar stríðast við og kundu ynskt sær.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan