Tíðindi/Greinar

13-12-2022

Lærarin er hjartaslátturin í okkara skúlaskipan

Nú eru samgongusamráðingarnar farnar í gongd, og eg vænti, at í einum komandi samgonguskjali, óansæð, hvørjir flokkar sita í landsins leiðslu, er fólkaskúlin høgt raðfestur. Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Orðini í yvirskriftini eigur eitt valevni, sum var við til valfundin, sum varð hildin í Auluni á Læraraskúlanum. Tað var gleðiligt at hoyra valevnini brúka tíð upp á fólkaskúlan og at hoyra, hvørjar tankar tey høvdu um skúlan, læraran, útbúgvingina og umstøðurnar hjá næmingunum. Tøkk skulu tit øll, sum luttóku, hava fyri tað!

Nú er valið yvirstaðið, og eg fari at ynskja øllum tykkum 33 hjartaliga til lukku við valinum.

Tað kom fram á fundinum, at lítið fokus hevur verið á fólkaskúlan, og tað hevur verið torført at fáa varpað ljós á fólkaskúlaøkið, men komandi fýra árini, og longu frammi í tíðini, vænti eg, at batar verða gjørdir innan fólkaskúlaøkið – tað var í øllum førum tað, ið bleiv lovað í valstríðnum.

Nú eru samgongusamráðingarnar farnar í gongd, og eg vænti, at í einum komandi samgonguskjali, óansæð, hvørjir flokkar sita í landsins leiðslu, er fólkaskúlin høgt raðfestur. Eg vænti at síggja aftur tað, ið er komið fram í valstríðnum.

Um vit taka nøkur evni, sum hava frammi í valstríðnum, burtur úr rúgvuni, so kann flokslærarin verða nevndur sum ein grundsúla í einum góðum fólkaskúla. Flokslærarin hevur sera stóran týdning. Tá tað snýr seg um trivnaðin í flokkinum eigur og skal flokslærarin hava tíð at taka sær av teimum avbjóðingunum, sum eru. Niðurskurðurin skal røkka til, so hann fær útint arbeiðið.
Umframt at taka sær av trivnaðinum er flokslærarin inn yvir øll skriv, fundir v.m., sum eru við aðrir myndugleikar, sum taka sær av barninum. Hetta skal hann lønast fyri. Hann skal lønast fyri ábyrgdina og fyri arbeiðið, sum hann ger.

Nú vit nevna fundir og skriv, so eiga vit at arbeiða fram ímóti at fáa ein skúla, har lærarar fáa tíð at undirvísa og at vera um børnini. Tað skal ikki vera soleiðis, at meginparturin av orkuni hjá okkum verður lagdur í pseudoarbeiði – at gera skrásetingar- og pappírsarbeiði, sum ikki verður brúkt til nakað, eftir vit hava avleverað tað. Tað er lítil tíð til hvønn einstaka næmingin frammanundan, so vit hava ikki ráð at brúka tíð til skrivstovuarbeiði, sum ikki hevur nakran týdning.
Vit mugu fara frá smálutastýringini, sum vit ofta uppliva við øllum hesum skrivunum, námsætlanum v.m.
Tað skal vera hugaligt, kveikjandi og gott at vera lærari. Tað er tað, tá vit fáa tíð at gera okkara arbeiði, at undirvísa og vera um børnini og tey ungu.

Floksstøddirnar hava eisini verið uppi og vent seinastu vikurnar. Tað er gleðiligt, tí at hava ein lærara til 24-25 næmingar er alt ov lítið. Vit mugu antin seta fleiri lærarar inn í flokkarnar, ella eigur næmingatalið at verða tillagað.
Seinastu tvey árini hava verið ávirkað av koronu. Eitt tíðarskeið máttu næmingarnir býtast sundur í smærri bólkar. Hetta vísti seg at rigga sera væl. Vit høvdu tá lærarar, sum høvdu tíð til hvønn einstakan næming, og vit høvdu næmingar, sum trivust í tí lítla felagsskapinum, har tey merktu, at tíð var til teirra.

Hyggja vit at grannalondum okkara, so eru tað bara føroyski fólkaskúlin, sum hevur útbúnar lærarar til øll tey lærarastøvini, sum eru. Í grannalondum okkara er læraratrot. Vit mugu fyri alt í verðini fyribyrgja, at hetta hendir her heima. Tað gera vit allar best við at geva læraranum góðar, tryggar arbeiðsumstøður.

Nú bíða vit øll í spenningi, og eg vóni, at tað, ið er blivið lovað, verður framt í verki – ikki bara komandi valskeið, men fólkaskúlin skal framtíðartryggjast, so vit frameftir kunnu vera errin av tí arbeiði, ið verður gjørt.

Ein íløga í ein fólkaskúlaøkið er ein sparing í framtíðini.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan