Leys størv

Lærari til átak í Fuglafjarðar skúla

Lærarastarv lýst leyst at seta frá 8. mars:

Starvið er tíðaravmarkað frá 8. mars til 18. juni 2021. Starvið er fulla tíð.

Søkt verður eftir lærara, sum

• hevur dirvi at ganga nýggjar leiðir

• er skapandi

• sýnir jaligan hugburð mótvegis næmingum og starvsfeløgum

• er fyrikomandi

• dugir at samstarva og vil vera við til at menna næmingar

• er stundisligur og nærlagdur

Fuglafjarðar skúli fer at royna eitt spennandi átak við øðrvísi undirvísing fyri einum bólki av næmingum í hádeildini. Í hesum sambandi sóknast vit eftir einum persóni, ið hevur gott samband við ungdómar, er nýskapandi, broytingarsinnaður og dugir at seta mørk. Lærarin verður ábyrgdarhavari av átakinum og er í tøttum samstarvi við starvsfólk skúlans.

Førleikakrøv

• Hug og hegni at arbeiða við og saman við ungum
• Hug og hegni at eggja og stuðla ungum
• Hug og hegni at laga til ymsar tilgongdir fyri tey ungu í mennandi og jaligum umhvørvi – bæði innan undirvísing og í øðrum høpum
• Læraraútbúgving

Lønar- og setanartreytir

Lærarastarvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at viðkomandi, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Starvið er lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir

Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 5. mars. kl. 12.00. Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Ólav Thomsen, skúlastjóra, á tel. 743082. Eisini ber til at senda teldupost til fug@skulin.fo.

Í Fuglafjarðar skúla eru 290 næmingar í 1 .- 10. flokki. Í skúlanum starvast 32 lærarar, 1 skrivari, 2 húsavørðar og 3 námsfrøðiligir stuðlar.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.