Leys størv

Lærarastarv í Skopunar skúla skúlaárið 2022-2023

Til skúlaárið 2022-2023 er eitt lærarastarv at seta í Skopunar skúla frá 1. august 2022 at rokna:

Eitt tíðaravmarkað starv – skúlaárið 2022-2023

Søkt verður eftir lærara, sum:

Hevur læraraútbúgving
Er fyrikomandi og jaligur
Hevur eitt breitt menniskjasýni
Dugir at samstarva
Dámar avbjóðingar og dugir at hugsa kreativt
Er stundisligur og nærlagdur
Er við til áhaldandi at menna skúlan
Hevur hug og førleikar at arbeiða við KT

Okkum tørvar ein lærara:

Sum kann undirvísa í øllum lærugreinum í 1. til 5. flokk
Vil átaka sær flokslæraraleiklutin

Lønar- og setanartreytir:

Størvini eru lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag

Umsóknir:

Umsóknir, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skulu sendast sum PDF-fíla til sko@skulin.fo í seinasta lagi fríggjadag 27. mai kl. 12.00

Umsóknir kunnu eisini sendast við posti til:

Skopunar skúli
Skúlavegur 13
240 Skopun

Meira fast at vita um starvið við at seta seg í samband við skúlaleiðaran, Kárun Kjærbo á tlf. 217696 ella við at senda ein teldupost til sko@skulin.fo

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.