Leys størv

Lærarastørv og stuðulsstarv til skúlatilboðið Pallurin og stuðulstarv í Sørvágs skúla

 

Søkt verður eftir 2 lærarum og 1 námsfrøðiligum stuðli til serskúlatilboðið Pallurin í Sørvágs skúla og 1 námsfrøðiligum stuðli til Sørvágs skúla.

1  lærara í tíðaravmarkað fulltíðarstarv skúlaárið 2018/19.

1 lærara í tíðaravmarkað  starv skúlaárið 2018/19. Setanarbrot 0,70.

1 Námsfrøðiligum stuðli í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2018/19. Setanarbrot 0.85 ella 1496   tímar. (Pallurin)

1 Námsfrøðiligum stuðli í fast starv við setanarbroti 0.60 ella 1056 tímar.

Frágreiðing um Pallin:

Tilboðið er eitt samstarv millum Sernám, MMR og skúlarnar í Vágum, um at bjóða næmingum við avbjóðingum, eitt nøktandi tilboð.

Ætlanin er at umleið 9 næmingar fara at ganga í hesum skúlatilboðið. Í løtuni ganga 4 næmingar í skúlatilboðnum Pallinum. 2 lærarar og 1 námsfrøðingur verða settir í starv til at stimbra trivnaðin og lærdómin hjá hesum børnum. Starvsfólkini arbeiða í sjálvstýrandi toymum og skipa seg sjálv í samstarvi við allar partar. Í tøttum samstarvi við foreldrini, verður hetta nógum næmingum at gagni.

Lærarnir eiga at hava førleika at undirvísa í grunddeild, miðdeild og hádeild innan antin náttúrulærugreinar og/ella hugvísindalærugreinar.

Umsøkjarin skal hava læraraútbúgving og møguliga aðrar førleikar og arbeiðsroyndir.

Tey, ið sett verða skulu:

Vera fyrikomandi og hava jaligan hugburð mótvegis næmingunum
Hava áræði at taka ábyrgd
Duga at samstarva í toymum
Duga at hugsa uttanfyri rammur – hugsa kreativt

Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur frammanundan.

Lærarastørvini eru lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1 – 29.2

Námsfrøðiligir stuðlar eiga at:

Vera fyrikomandi og hava jaligan hugburð mótvegis næmingunum
Hava áræði at taka ábyrgd
Duga at samstarvs í toymum – PLF toymum
Duga at hugsa uttanfyri rammurnar- hugsa krativt

Umsøkjarin skal hava útbúgving innan økið og møguligar aðrar førleikar og royndir, ið eru viðkomandi fyri starvið.

Námsfrøðingarnir, ið settir verða, eru løntir sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki frá 11-20 og frá 1.okt. 2018  í lønarflokki 11-21.

Námsfrøðingar í sertilboði verða løntir í lønarflokki 13,15,17,19,21.

Nærri kunning um størvini kann fáast við at ringja til Jóhannis Joensen, skúlastjóra, á tel. 233221. Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu stílast til Sørvágs skúla,

Skúlavegur 13, 380 Sørvági – sor@skulin.fo - og verða skúlanum í hendi í seinasta lagi mánadagin 18.06.2018 kl. 12.00.

_________________________________________________

Í Sørvágs skúla ganga 182 næmingar í 1. til 10. flokki. 17 lærarar og 1 námsfrøðingur starvast í skúlanum.

Starvsfólk skúlans hava fyrireikingarhøli við egnum skriviborði og egnari farteldu.

Ein skúli við serbygdum tónleikahølum, svimjihøll, serhølum og samvirknum talvum. Skúlin er nýliga uppstigaður á øllum økjum. Vit arbeiða alsamt við at bjóða næmingunum fleiri undirvísingartilboð. Í hesum sambandi samstarva vit við hinar skúlarnar í vesturøkinum.

Eitt serskúlatilboð, Pallurin, er staðsett á skúlanum, Hetta til tess at allir næmingar í Vágum fáa nøktandi skúlatilboð. Tilboðið er ætla at hýsa um 9 næmingum, 2 lærarar og 1 námsfrøðingur eru knýtt at sertilboðnum.

Aðalmál: Fakligheit - kreativitetur - trivnaður

Virðisgrundarlag skúlans:

Eg vil - Eg dugi - Eg kann

Her hava vit virðing fyri okkum sjálvum og øðrum !

Her er opið og mennandi samstarv millum heim og skúla !

Her er undirvísingin viðkomandi og avbjóðandi !

Í okkara skúla skulu øll hava møguleikar at læra !

Málið er læring, menning, trygd, og trivni. Áhugi elvir til læring

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.