Leys størv
Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2022:
3 føst lærarastørv
6 tíðaravmarkað størv skúlaárið 2022/2023, vegna farloyvir, lækkað tímatal og avlopstímar. Skúlin hevur serliga tørv á lærarum, sum kunnu undirvísa í smíð, dreingjaítrótti og í serdeild.
Søkt verður eftir lærarum, sum:
vilja arbeiða eftir virðisgrundarlagi og visión skúlans
duga at samstarva og eru fyrikomandi
sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum
tora at ganga nýggjar leiðir í undirvísingini
hava áræði til at taka ábyrgd
Lønar- og setanartreytir:
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at tann, sum settur verður, er tænastamannasettur lærari frammanundan. Størvini eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 samb. avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Umsóknir:
Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mikudagin 25. mai 2022 kl. 12.00.
Umsóknir kunnu sendast við teldupost til: vagn.foldbo@skulin.fo, ella sendast til:
Á Skúlatrøð
att: Vagn Foldbo, skúlastjóri
Postsmoga 260
FO-700 Klaksvík
Nærri kunning um størvini fæst við venda sær til Vagn Foldbo, skúlastjóra, á tlf. 780202, ella við at senda teldupost til vagn.foldbo@skulin.fo
Komandi skúlaár ganga 720 næmingar í 1. – 10. flokki á Skúlatrøð. 70 lærarar og 10 námsfrøðiligir stuðlar arbeiða í skúlanum.
Skúlablaðið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 23 57 73
Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.