Leys størv

Lærarar til Fuglafjarðar skúla

Til skúlaárið 2021/22 verður søkt eftir:

• 1 lærara í fast starv frá 1. august 2021.

• 5, møguliga 6 lærarum í tíðaravmarkað størv skúlaárið 2021/2022 vegna lærarar í farloyvi, tillagað starv og avlopstímar.

Endaliga tímatalið og setanin til eitt av tíðaravmarkaðu størvunum verður ikki ásett fyrr enn eftir 1. oktober 2021.

Søkt verður eftir lærarum, sum

tora at ganga nýggjar leiðir í undirvísingini, sýna jaligan hugburð mótvegis næmingum og starvsfeløgum, eru fyrikomandi, duga at samstarva, og vilja vera við at menna skúlan. Skúlin hevur tørv á lærarum, sum m.a. kunnu undirvísa í føroyskum, støddfrøði, alis- og evnafrøði, lívfrøði, samfelagsfrøði, søgu, landalæru, motorlæru og ítrótti.

Førleikakrøv:

Útbúgving sum fólkaskúlalærari. Lønar- og setanartreytir: Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so er, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Størvini eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir

Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera leiðsluni í hendi í seinasta lagi mánadagin 14. juni kl. 12.00.

Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til Jógvan Dahl, konst. skúlastjóra, á tel. 504456 ella Berlys Nordendal, konst. varaskúlastjóra, á tel. 238062. Eisini ber til at senda teldupost til jogvan@dahl.fo ella berlys.nordendal@skulin.fo.

Fuglafjarðar skúli hevur komandi skúlaár 282 næmingar í 1 .- 10. flokki. Á skúlanum starvast 28 lærarar, 3 námsfrøðiligir stuðlar, 1 skrivstovufólk, 2 húsavørðir og 6 fólk í reingerðartoyminum. Skúlin leggur dent á at kveikja, virða og menna.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.