Tíðindi/Greinar

24. juli 2017

Lærarar í tíðaravmarkaðum starvi undir stórum trýsti

Ein fyribilssetan kann vera við til at skapa strongd og ótta um framtíðina. Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar

Í fyrru greinini (14. juli) um tíðaravmarkað størv varð víst á, at Lærarafelagið hevur varhugan av, at talið av tíðaravmarkaðum størvum í fólkaskúlanum er í meira lagi. Støðan er vónandi batnað nakað, síðan Mentamálaráðið í apríl sendi út fráboðan um, at 39 føst størv fóru at verða lýst leys til komandi skúlaár. Í Mentamálaráðnum siga tey, at tey nú hava skipað føstu størvini so neyvt sum til ber.

Tað eru nógvir vansar við tíðaravmarkaðum størvum. Verður hugt at tí fíggjarliga sjónarhorninum, so er tað streingjandi at vera undir tí trýsti tað er, tá tú ikki veitst, hvussu nógv tú vinnur um eitt ár. Støðan kann gera tað torført at fáa húsalán og sum heild leggja eina framtíðarætlan, bæði orsakað av, at tú ikki veitst, hvussu arbeiðstøðan sær út í framtíðini, og um pengarnir røkka til. Ein fyribilssetan kann sostatt vera við til at skapa strongd og ótta um framtíðina.
Annar táttur er, at vit á hesum økinum ikki eru komin líka langt sum londini uttan um okkum at skipa arbeiðsmarknaðin.

Teir evropeisku partarnir á arbeiðsmarknaðinum undirskrivaðu í 1999 eina rammuavtalu viðvíkjandi tíðaravmarkaðari starvssetan, sum eftir atkvøðu í ráðharraráðnum í ES varð hevjað til eitt direktiv. Endamálið við avtaluni var at fremja betri avrik og samstundis at byrgja fyri misbrúki av at seta fólk í tíðavmarkað størv. Væntað varð, at hetta skapti eina betri javnvág millum fleksibilitetin og trygdina í starvssetanini. Sostatt varð mett, at ein slík avtala kom at gagna bæði arbeiðstakara og arbeiðsgevara. Rammuavtalan varð í 2002 sett í verk í Danmark. Samstundis varð ein lóg sett í gildi í Danmark, sum skuldi tryggja teimum, sum ikki vóru umfatað av lógini, sama rætt. Lógin tryggjar nøkur grundleggjandi rættindi til tey fyribilssettu. Til dømis er tað ásett við lóg, at verður sami persónur settur í fyribilsstarv fleiri ferðir upp í saman, skal kunna vísast á, at talan er um objektivar grundir til tess.

Avtalan er ikki galdandi fyri Føroyar, og eingin líknandi avtala er gjørd, sum tryggjar fyribilssett í Føroyum.

Tað hevði tó verið gagnligt at fingið eitt kjak um, hvørt tað hevði verið gagnligt at sett í verk lóg, sum tryggjar rættin hjá tíðaravmarkaðsettum í Føroyum.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan