Leys størv

Lærara- og stuðulsstarv í Sumbiar skúla

Lýst leyst til setanar frá 1.august 2019

Søkt verður eftir  einum lærara og einum stuðli  skúlaárið 2019/20

1 tíðaravmarkað starv skúlaárið 2019/20 umleið  18  tímar vegna avlopstímar.

Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1. sept. 2019

Tann sum sett/ur verður skal:

Undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans.

Dugu at samstarva og er  fyrikomandi.

Vera fús/ur at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum.

Vera við til áhaldandi at menna skúlan.

Vera stundislig/ur og nærlagdur.

Okkum tørvar lærara, sum kann undirvísa í:

Føroyskum,  donskum, heimstaðarlæru, nátturu og tøkni, svimnjing og  fimleiki.

Førleika krøv

Læraraútbúgving, og førleika í nevndu  lærugreinum..

Lønar og setanartreytir:

Starvið verður lønt í lønarflokkinum 18.1-29.2.

Sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Stuðulsstarvið er eitt  námsfrøðiligt tíðaravmarkað starv, skúlaárið 2019/20, 10 tímar um vikuna til næming í 6.flokki.

Námsfrøðiliga starvið er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Petagogfelagið.

Umsóknir: Umsóknir við avriti av prógvi  og møguligum viðmælum skulu sendast til Sumbiar skúla, Ovarivegur 9, postrúm 100, 970 Sumba í  seinasta lagi  týsdagin  25. juni 2019 kl 18.

Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Arnfinn Bjarkhamar, skúlaleiðara, á  tlf. 252230   t-postur: arnfinnur.bjarkhamar@skulin.fo

               -----------------------------------------------------

Í Sumbiar skúla  eru 34  næmingar  frá  1. til 7. flokk. Tríggir lærarar eru í føstum starvi

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.