Tíðindi

Kunnu vit rættvísgera munin í útrokningini av lívrentuni?

Ov stór óvissa er um okkara eftirlønarskipan. Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag

20.02.2020

Vit mugu hava trygg eftirlønarviðurskifti. Føroyingar liva alsamt longur, og broytta aldurssamansetingin setur krøv til samfelagið og eftirlønarskipanina. Men vingluta kósin hjá politikarunum fær meg at ivast í, hvørja eftirlønarskipan vit kunnu vænta okkum, og um eftirlønarskipanin megnar at leggja upp fyri hesum broytingum.

Ov stór óvissa er um okkara eftirlønarskipan. Lógarkarmarnir um eftirlønina hava verið fyri nógvum broytingum seinnu árini. Undanfarna samgonga samtykti eina nýggja eftirlønarlóg við smølum meiriluta. Nýggja samgongan ætlaði at leggja eftir Samhaldsfasta, og síðan hevur enn ein smalur meiriluti í løgtinginum samtykt aðrar broytingar í eftirlønarlógini. Hetta heldur ikki; hvørjum kunnu vit rokna við? Okkara fólkavaldu noyðast at loysa partapolitiska haftið og semjast tvørtur um samgongu og andstøðu, so vit fáa breiða undirtøku fyri eftirlønarlógini og tryggar karmar um eftirlønina.

Uppsparda eftirlønin er ymisk frá fólki til fólk, tí hon er tongd at upphæddini, ið stendur á okkara persónligu eftirlønarkontu. Kvinnur hava í miðal minni uppspart til eftirløn samanborið við menn, tí tær hava í størri mun verið av arbeiðsmarknaðinum, og tí er lívslønin minni. Eftirlønin verður útgoldin í trimum pørtum, kapitalpensjón, lutapensjón og lívrenta. Kapitalpensjónin verður goldin í einum, og lutapensjónin er ein mánaðarlig veiting, frá vit náa eftirlønaraldri og 10 ár fram. Tað er ymiskt, hvat vit fáa í hesum veitingum, tí avgerandi fyri hetta er, hvussu nógv er uppspart, men útrokningarnar eru líka fyri menn og kvinnur.

Lívrentan er øðrvísi enn hinir partarnir, tí har er munur á útrokningini hjá kynunum báðum. Sum dømi kann nevnast, at um ein kvinna og ein maður hava somu uppspardu eftirløn, so fær kvinnan færri krónur í lívrentu um mánaðin enn maðurin, tí at lívrentan hjá kvinnuni skal røkka í fleiri eftirlønarár. Tað kemst av, at miðallivialdurin hjá kvinnum er hægri enn hjá monnum, og tí skal uppsparingin til lívrentu hjá kvinnum drýggjast yvir fleiri ár enn hjá monnum. Men er tað í lagi at gera mun á útrokningini av lívrentuni hjá kvinnum og monnum við teirri grundgeving, at miðallivialdurin hjá kvinnum er hægri enn hjá monnum? Tað er eisini munur á livialdrinum, um vit flokka á annan hátt enn eftir kyni, t.d. viðvíkjandi útbúgving.

Tað hevur verið víst á órættin í hesum muninum á útrokningini bæði á aðalfundinum og limafundum hjá Lærarafelagnum, men sum einstakt fakfelag er trupult at broyta støðuna, men vit kunnu ávirka. Eg undrist tó á, hví hesin munur sleppur at standa við í samfelagnum. Felagið hevur í aðrar mátar samhaldsfastar skipanir. Limirnir hava samlagstryggingar gjøgnum felagið, har eingin munur verður gjørdur á limunum, hvørki tá ið talan er um aldur, kyn, ella hvat vit kundu hugsað okkum. Og tað er styrkin í einum fakfelag og okkara samhaldsføstu skipan, at vit lyfta í felag og annars eru javnt sett. Løgtingið hevur eisini samtykt javnstøðulógina, ið ásetur, at mismunur ikki má gerast á kynunum. Tí er trupult at skilja og grundgeva fyri, at vit eiga at rokna lívrentuna ymiskt hjá kvinnum og monnum.

Munurin í útrokningini av lívrentuni tykist mest at hava søguligar røtur. Stjórarnir í LÍV og Betri Pensjón vóru frammi og greiddu frá, at einki forðaði fyri at broyta skipanina, men tað mátti ein felags áseting til fyri landið. Fakfeløgini, politiska skipanin og eftirlønarfeløgini eiga at umrøða saman, hvussu vit gera fyri at javnseta kvinnur og menn, tá ið talan er um útrokningina av lívrentuni. Løgtingið eigur eisini at finna eina breiða semju um eftirlønarlógina, so vit kunnu fáa tryggar karmar um eftirlønina, har kynini eru javnt sett.

Oddagrein í Skúlablað nr 1, 2020, sum júst er komið.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.